Annað

KÍ eisini víðari

Við 2-1 sigri á Brikirkara er KÍ nú víðari í evropeiskum fótbólti fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

2018-07-05 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ kom av Malta við einum góðum útgangsstøði. Útjavnandi málið hjá Deni Pavlovic í 88.minutti var við til at skapa grundarlagið fyri víðari luttøkuni hjá KÍ. Hon varð tryggjað við 2-1 sigri í Gundadali í kvøld.

Liðið hjá Mikkjal Thomassen byrjaði við einum varnum útgangstøði. Klaksvíkingar lógu djúpt  fyrstu løtuna, og góvu ikki Birkirkara nakað sum helst. Sum fyrri hálvleikur leið, so kom KÍ-liðið longur fram á vøllinum; bæði hvat viðvíkur trýstinum, har Kí fekk stressa maltesiska liðið í uppspælinum. Eisini fekk Kí sítt spæl við bóltinum at koyra væl, og fekk lagt gott trýst í nøkrum støðum; serliga i samband við deyðbóltar.

Tað var júst uppá ein deyðbólt, at KÍ kom á odda. Jákup B. Andreasen legði eitt av sínum góðu hornaspørkum inn úr høgru síðu, Páll A. Klettskarð fekk høvdið á, og inni í málteiginum prikaði Deni Pavlovic bóltin í málið. Hetta var í yvirtíðini í 1.hálvleiki. Serbiski verjuleikarin skoraði eisini eftir hornaspark á Malta, og við sínum málum og sannførandi verjuspælið, so var hann ein lykil til víðari luttøkuna.   

KÍ kundi klára seg við at halda málið reint í dag. Men klaksvíkngar gjørdu meira enn so. Heimaliðið kom væl út  til 2.hálvleik, og á tá ein lítil tími var leiktur, økti KÍ um leiðsluna. Ronni Møller-Iversen fekk fatur á bótlinum stutt uttan fyri brotsteigin, hann smekkaði til, málvejrin bjargaði, síðani royndi næsti klaksvíkingurin seg, áðrenn bólturin datt til Páll Klettskarð. Liðformaðurin var ivaleysur; 2-0 til KÍ.

So at siga restina av dystinum var nærri við 3-0 enn at Birkirkara kom innaftur í uppgerðina. Klaksvíkingar vóru sera vælskipaðir og hóttu javnan. Skothagtølini vístu 12-6 til KÍ, men ímóti endnaum kom trýst á KÍ. Eftir naskar royndir minkaði útiliðið um munin, og so skuldi bert eitt mál aftrat hjá maltesiska liðnum. KÍ reið tó stormin av, og so var stór frøi á leikarum og áskoðarunum hjá KÍ.

Søga er nú skrivað; KÍ er víðari á fyrsta sinni í Evropa, og skal nú hitta Zalgris úr Litava í næsta umfari.  

KÍ – Birkirkara 2-1(3-2 tilsamans)
1-0 45 + 2 min  Deni Pavlovic
2-0 58.min  Páll A Klettskarð

2-1 90.min Marcelinho

KÍ stillaði upp á hendan hátt:

Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Ronni Møller- Iversen - Páll A.Klettskarð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder