Fótbóltur

KÍ er aftur føroyameistari

Fjórða FM-heitið seinastu fimm árini varð staðfest við harðvunnum sigri í Sørvági. NSÍ er eftir mál í yvirtíðini framvegis tvey stig frammanfyri HB.

Fýrverk og fagnaður hjá teimum kongabláu á Dungasandi (Mynd: Sverri Egholm)

Fýrverk og fagnaður hjá teimum kongabláu á Dungasandi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-03 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur verið greitt á odda í nógvar mánaðir, og nú triðseinasta umfar var, fekk KÍ møguleikan at endaliga avgerða tað við einum sigri í Sørvági í kvøld.

Tað eydnaðist, men nógv stóð á hjá ósigraða liðnum móti 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Liðið hjá Michael Schjønberg var vælskipað og stríddist til tað seinasta í rótuta dystinum.

KÍ fekk hol á beint eftir steðgin við einum góðum kontraálopi. Fyrrverandi 07 Vestur-vongurin Filip Bratbakk fór til stroks í vinstru og fann Árna Frederiksberg, sum á perfektan hátt rann inn í brotsteigin.

Málstigskongurin hevði eisini stóran leiklut í 2-1 málinum hjá KÍ. Casper Gedsted Hansen javnaði í 58. minutti, men tá eitt korter eftir, var tað ein kend uppskrift hjá KÍ, sum endaliga tryggjaði FM: Árni Frederiksberg við frálíkum innleggi, og Páll Andrasson Klettskarð fann pláss og setti fótin á.

Móti endanum fekk Páll Klettskarð reytt kort - sítt fyrsta sum fótbóltsspælari - fyri eina takkling og síðani kjaftaslit. KÍ helt tó fast við tíggju monnum, og so var 22. meistaraheitið á manssíðuni og tað fjórða seinastu fimm árini heima hjá fótbóltsflaggskipinum í Norðuroyggjum.

[object Object]

[object Object]Stórur fagnaður á KÍ'arum og føroyameistarunum í Sørvági

Myndir: KÍ tryggjaði sær FM-í Sørvági 

Síðst í oktober skal KÍ royna at tryggja sær fyrstu greipuna á manssíðuni síðani 1999: Víkingur, sum steðgaði meistararøðini hjá KÍ í fjør, er á skránni í steypafinaluni.

Víkingur kann so at siga tryggja evropeiska luttøku til næsta ár við sigri sunnudagin. B36 var á odda eina góða løtu við Løkin, men NSÍ tók yvir út á 2. hálvleik og skoraði tvær ferðir - tað seinna í yvirtíðini tá Petur Knudsen sló til.

Hetta merkir, at hóast HB vann heili 5-1 á B68, so hevur NSÍ framvegis tvey stig niður til HB í stríðnum 2. plássi. Hesi hittast í næstseinasta umfari.

25. og triðseinasta umfar í Betrideildini

Í dag, fríggjadagin 3. oktober
NSÍ - B36 2-1 (0-1)
27' Pætur Petersen 0-1 
64' Michal Przybylski (Petur Knudsen) 1-1
90+2' Petur Knudsen (Klæmint Andrasson Olsen) 2-1

Sí meira um dystin her

HB - B68 5-1 (1-1)
15' Djóni Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
22' Dan í Soylu 1-1
61' Emil Grønn Pedersen (Ási Dam) 2-1
74' Sammy Skytte (Noah Mneney) 3-1
82' Dan í Soylu 4-1
88' Bartal Páll Klein (Sammy Skytte) 5-1

Sí meira um dystin her

07 Vestur - KÍ 1-2 (0-0)
48' Árni Frederiksberg (Filip Brattbakk) 0-1
58' Casper Gedsted Hansen (Mikkel Hyllegaard) 1-1
76' Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-2

 Sí meira um dystin her

Sunnudagin 5. oktober
13.00: FC Suðuroy - EB/Streymur

16.00: Víkingur - TB

Støðan eftir 24 umfør:

Meira úr Sørvági seinni

Støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder