KÍ skuldi brúka trý stig í Sarpugerði, og útiliðið byrjaði eisini væl, og hevði nakrar stórar møguleikar beinanvegin. Jóannes Kalsø Danielsen legði væl innfyri úr høgru, og Jonn Johannesen rann rætt og prikaði bóltin í málið. Heimaliðið fekk tó svarað aftur. Talan var um eitt brotsspark, ið Víkingur fekk, tá bólturin kom í armin á Jesper Brinck, og Sølvi Vatnhamar var tryggur.
Útiliðið hevði leikliga yvirvág restina av 1. hálvleiki, tó uttan at skapa opnar málmøguleikar. Í 70. minutti eydnaðist hjá KÍ at koma á odda. Innskifti vinstri bakkurin, Ísak Simonsen, driblaði seg inn í brotsteigin, og setti bóltin í málið við sínum "kalda" høgra beinið til 1-2.
Víkingur trýst fyri at javna, og Lukasz Jarosinski í KÍ-málinum hevði eina stórbjarging. Onkrar aðrar støðut gjørdist heldur spentar, men tað var Ole Erik Midtskogen, ið fekk seinasta orðið. Stóri norðmaðurin smekkaði bóltin upp í málhornið, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði flutt bóltin yvir til hann. 3-1 til KÍ og triði sigurin hjá teimum kongabláu á teimum ljósabláu í ár.
KÍ hevur nú eitt stig fleri enn NSÍ og nógv betri málúrttøku. Harumframt hava klaksvíkingar ein dyst færri enn NSÍ, og eisini enn B36 ið spæla nú, og kunnu tryggja sær 2. plássið komandi vikuna. KÍ vitjar sunnudagin við Løkin og tekur næsta mikudag móti AB. Víkingur hevur einki at spæla fyri seinastu tvey umførini.
Av tí at NSÍ ikki megnaði at halda fast í leiðsluni, skulu teir í KÍ-hópinum nú vóna, at TB megnar at taka stig frá HB á Tórsvølli sunnudagin, um FM framvegis skal vera ein møguleiki fram til seinasta leikdag.
Dystirnir í kvøld:
Víkingur - KÍ 1-3 (1-1)
7' Jonn Johannessen 0-1
14' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
70' Ísak Simonsen 1-2
90' Ole Erik Midtskogen 1-3
HB - NSÍ 2-2 (0-1)
36' Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-1
51' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
78' Bartal Wardum 2-2
(19.30): ÍF - B36 (0-0)
Støðan í Betri deildini
1. HB (65 stig) 25 dystir
2. KÍ (58 stig) 24 dystir
3. NSÍ (57 stig) 25 dystir
4. B36 (53 stig) 24 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 24 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald