- Eg kann ikki siga nakað um tær søgurnar. Vit arbeiða hart við at fáa hópin og alt til 2025 uppá pláss. Tit frætta, tá tað er ymiskt at frætta.
Soleiðis sigur Tummas Lervig við Portalin í dag. Formaðurin hjá KÍ vildi ikki viðmerkja venjaraspurningin, men kundi siga at eftir Evropa-ævintýrið var av fyri einum mánaði síðani, fór KÍ undir at veruliga hyggja uppá støðuna í hópinum.
Hetta inniber millum annað, at KÍ arbeiðir við sáttmálum. Spælarar sum Odmar Færø, Hallur Hansson, Claes Kronberg, Dan í Soylu og nakrir ungir lokalir hava sáttmála fyri 2025, men annars hava fleiri lyklaspælarar seinastu árini - umframt flestu útlendingarnir sum eru komnir í ár - ikki sáttmála.
Ivamál hevur verið um millum annað við Jóannes Kalsø Danielsen og Páll Andrasson Klettskarð, sum í samrøðum við bolt.fo og Televarpið fyri stuttum hava latið upp fyri øðrum møguleikum næsta ár. Áhugi er eisini fyri Árna Frederiksberg og Jákup Biskopstø Andreasen, sum ikki hava sáttmála.
Espen Haug hevur vunnið tíggju landskappingardystir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Enn eitt venjaraskifti er í umbúna
Seinasta tíðin hava søgur gingið um, at Espen Haug ikki fer at halda fram sum høvuðsvenjari, sjálvt um KÍ skrivaði sáttmála fyri 2025 við fyrrverandi hjálparvenjaran í summar. KÍ hevur í hesari vikuni vunnið á Víkingi og hevur nú tíggju sigrar á rað í Betrideildini, men sum skilst er avgerðin tikin um at fara eina nýggja kós.
Sambært fleiri keldum hjá Portalinum skal KÍ aftur hava nýggjan høvuðsvenjara í 2025, og er hetta so gott sum komið endaliga uppá pláss.
Sum vanligt í fótbóltsheiminum ganga nógvar søgur, men einki heilt álítandi er komið í ljósmála um eitt konkret navn.
Helst er tó talan um ein útlendskan venjara. Sum nevnt vil formaðurin hjá KÍ ikki vátta nakað, men fer KÍ at koma við ymiskari almennari kunning um næsta ár næstu tíðina.
Tummas Lervig og Espen Haug í summar, tá fyrrverandi hjálparvenjarin varð fast settur sum hjálparvenjari - fyri næsta kappingarár eisini (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Espen Haug á Tórsvølli saman við millum annað Magna Hoseth, sum byrjaði 2024 sum høvuðsvenjari hjá KÍ. Haug er triði norski høvuðsvenjari hjá KÍ í hesum kalendaraárinum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur ikki verið nógv støðufesti á venjarapostinum í Klaksvík í 2024.
KÍ seldi Magna Hoseth til Lyngby 11. januar. Norðmaðurin hevði annars sagt, at hann ætlaði at verða verandi í Klaksvík, men síðani kom tilboðið úr Superliguni.
Hoseth helt ikki leingi í Lyngby, og avloysari hansara í KÍ sat ikki nógv longur: Haakon Lunov varð uppsagdur síðst í apríl eftir triðja tapið fyri HB í 2024. Ein annar norðmaður, Eirik Bakke, var annars í Klaksvík í januar og skuldi skriva undir sáttmála, men Eirik bakkaði út.
Síðani noyddist KÍ at gera eitt sindur skjótt av, tí kappingarárið nærkast. Spurningurin er so, hvør verður á brúnni í Klaksvík næsta kappingarár.
Dagført 20.07: Árni Frederiksberg hevur nú longt við KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald