Hóskvøldið skal KÍ gera arbeiðið liðugt og harvið tryggja sær í minsta lagi Conference League bólkaspæl. Tað ger KÍ nevniliga, um klaksvíkingar samlað vinna móti Borac Banja Luka í Bosnia Hersigovina.
Hópurin fór í morgun við leiguflogfari úr Vágum, og millumlent verður í Bremen, har brennievni verður bunkrað. Tað skrivar Norðlýsið.
Sama flogfar flýgur KÍ-hópin heim aftur fríggjadagin.
KÍ vann 2-1 í fyrra dystinum móti Borac á Tórsvølli hósdagin, so møguleikin at vinna seg víðari í Europa League er heilt hampiligur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tapir KÍ samlað móti Borac, verður Playoff-dystur um bólkaspæl í Conference League.
Borac-KÍ verður hósdagin klokkan 20 føroyska tíð.
Á grafikkinum niðanfyri síggjast møguleikarnir hjá KÍ at vinna seg í bólkaspæl:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald