Annað

Kí fekk javnleik á Malta

Deni Pavlovic skrivaði søgu fyri KÍ stutt fyri leiklok, og tryggjaði KÍ eitt sera gott úrslit.

Stinni verjuleikarin Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ á Malta í kvøld

Stinni verjuleikarin Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ á Malta í kvøld

2018-06-28 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ fekk í kvøld eitt sera gott útgangstøði frá Malta í fyrsta undanumfarinum í Evropa League. Birkikara legði seg annars á odda, men ímóti endanum svaraðu klaksvíkingar aftur við einum málið.
 
Birkirkara var favorittur, og hjá KÍ snúði tað seg um, at koma frá Malta við møguleikanum fyri einari opnari uppgerð í Føroyum. KÍ hevði fyrireika seg væl í í Miðjarahavinum, og liðið var eisini vælskipað í kvøld, og spældi væl við til tíðir. Serliga var seinna hálva av fyrra hálvleiki, og byrjanin av seinna hálvleiki, góð hjá útiliðnum.  

Heimaliðið skoraði eitt heldur tilvildarligt men gott mál í 71.minutti. Eitt langskot rakti kroppsskinið á einum KÍ-leikara, bólturin stakk innum verjuna, har Michael Mifsud tamdi bóltin og smekkaði hann upp í longra málhornið. KÍ royndi at svara aftur, og í 88.minutti skeyt Jákup B. Andreasen eitt sera gott horna innfyri úr høgru. Serbiski verjuleikarin,Deni Pavlovic, søkti bóltin sera væl, og stútaði KÍ uppá javnleik. Hetta var fyrsta útivallarmálið hjá KÍ í evropeiskum fótbólti nakrantíð, og eitt sera kærkomið mál at fáa í kvøld.

KÍ megnaði at draga nakað av ferðini úr dystinum, og klaksvíkingar órógvaðu harvið rútmuna hjá Birkirkara. helt heimaliðinum frá opnum møguleikum so at siga allan dystin. Ímóti endanum var eisini nær við, at innskifti Ronni Møller Iversen avgjørdi dystin fyri KÍ. Danin sneiddi ein mótstøðuleikari av, trekti ímóti brotsteigarmarkinum, men skotið við vinstra beininum fór stutt uppum.

Samanumtikið var javnleikur eitt rættvíst úrslit, og tað er púra opið undan uppgerðini um eina viku, tá KÍ tekur ímóti í Gundadali. Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevur tó fyrimunin av útivallarmálinum.

Birkirkara – KÍ 1-1(0-0)
1-0 Michael Mifsud
1-1 Deni Pavlovic


Liðið hjá KÍ í kvøld(4-2-3-1):

Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Marko Dusak(Steinbjørn Olsen), Ólavur Niclassen(Mikkjal á Bergi) - Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen - Jóannes Bjartalíð(Ronni Møller Iversen), Semir Hadzibulic, Boris Dosljak - Páll A. Klettskarð (L)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder