Fótbóltur

KÍ fingið málverjan uppá pláss

KÍ og danski málverjin, Mark Fabricius Jensen, hava í dag skrivað undir tvey ára sáttmála, ið er galdandi til og við kappingarárið 2026.

27-ára gamli Mark Jensen hevur verið greitt fyrstaval hjá KÍ so at siga alt kappingarárið - nú hava hann og Ari í Haraldsstovu Petersen sáttmála tvey tey næstu árini (Savnsynd: Sverri Egholm)

27-ára gamli Mark Jensen hevur verið greitt fyrstaval hjá KÍ so at siga alt kappingarárið - nú hava hann og Ari í Haraldsstovu Petersen sáttmála tvey tey næstu árini (Savnsynd: Sverri Egholm)

2024-10-18 19:43 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ hevur fingið teir fyrstu leikararnar til leikaralistan í 2025 uppá pláss. Spælarar sum Odmar Færø, Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen hava undanfarnu árini skrivað sáttmála fyri fleiri ár, og seinastu tíðina hava fleiri longt.

Umframt Claes Kronberg, Árna Frederiksberg og toppskjúttan, Páll Andrasson Klettskarð, hevur danski málverjin, Mark Fabricius Jensen, longt sín sáttmála til kappingarendan í 2026. 

Mark kom til KÍ síðsta, eftir at hava spælt við norska felagnum Start, sum spælir í OBOS-liguni, sum er næstbesta deildin í landinum. 

[object Object]
Mark F. Jensen til venjing á Tórsvølli undan evropeiskum dysti. Hann tók skjótt yvir hjá Ara í Haraldsstovu Petersen og hevur víst eitt gott stig, sum kappingarárið er liðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Við heimasíðuna hjá KÍ sigur 27 ára gamli málverjin soleiðis, um hví hann hevur valt at longt avtaluna við KÍ:

Høvuðsorsøkin til eg havi valt at framleingja avtaluna við KÍ er, at eg haldi meg hava verið í eini góðari gongd og gjørt framstig hetta kappingarárið. Tað gevur mær áræði til at avrika enn betri, so eg kann gera mítt til, at vit í KÍ fáa meir burtur úr næsta ár. Tað skal eisini sigast, at vit sum familja hava kent okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík.

Mark hevur spælt 30 dystir fyri teir kongabláu í Klaksvík. Átta av teimum dystunum eru altjóða dystir. 

U21-landsliðsmálverjin Ari í Haraldsstovu Petersen hevur eisini sáttmála við KÍ í 2025 og 2026.

Les eisini her um nýggja venjaran hjá KÍ, sum fyrireikar hópin til næsta ár: Magnus Powell settur sum KÍ venjari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder