Fótbóltur

KÍ fingið norskan miðvallarleikara

Enn ein útlendskur leikari til Klaksvíkar.

2019-01-08 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ boðar í kvøld frá á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt sáttmála við miðvallarleikara.

Talan er um 28 ára gamla Simen Raaen Sandmæl, sum kemur frá Noregi. Hann kemur frá norska felagnum Levanger og hevur síðstu tíðina spælt í næstbestu norsku deildini.

Áðrenn summarsteðgin í 2018 spældi hann við Randheim í bestu norsku deildini eitt stutt skiftið, har tað bleiv til seks dystir og eitt mál.

Sambært Transfermarkt hevur hann spælt 68 dystir tilsamans í næstbestu norsku deildini fyri Levanger og Randheim, sum eru feløgini, sum hann hevur umboðað síðstu árini, skrivar ki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder