Fótbóltur

KÍ funnið nýggjan málverja

Felagið hevur skrivað undir við 27 ára gamlan dana, sum kemur úr Start IK í næstbestu norsku deildini.

2024-02-18 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

27 ára gamli danin Mark Fabricius Jensen er nýggjur málverji hjá KÍ. Tað kunngerða føroyameistararnir í dag.

Hann skal sostatt vera aftasti skansi hjá teimum kongabláu saman við Ara í Haraldsstovu Petersen, sum felagið keypti úr 07 Vestur í fjør.

- Við sínum royndum skal mark styrkja og menna um kappingina á málmansplássinum. Vit vita hann hevur professionella tilgongd til uppgávuna, serligar styrkir og kemur við sínum eldhuga at rigga væl inn í støðugu menningina, sum skal flyta liðið enn longri fram á í hesum kappingarárinum, sigur høvuðsvenjarin, Haakon Lunov, við KÍ-heimasíðuna.

Mark Jensen er 1,88 metur høgur. Hann er m.a. skrásettur fyri 44 dystir í næstbestu norsku deildini. Í 2023 var hann eykamálverji næstan alt árið hjá Start í næstbestu deildini.

Sáttmálin er galdandi fyri 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder