Fótbóltur

KÍ fyllir 119 í dag: Bjóðar ókeypis atgongd til dystin í kvøld

Neyðugt er kortini at ogna sær atgongumerki av netinum - tey, ið longu hava keypt, fáa pengarnar aftur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-24 08:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KÍ fyllir 119 ár í dag, og tað hátíðarheldur felagið við at bjóða fótbóltsfjepparum ókeypis atgongumerki til play off-dystin móti Sheriff Tiraspol á Tórsvølli í kvøld.

Klaksvíkar ítróttafelag var stovnað 24. august 1904, og í dag, 119 ár eftir stovningardagin, spælir besta mansliðið ein av sínum størstu dystum í søgu felagsins: play off til Evropa League.

Hetta skal hátíðarhaldast, og tí bjóðar føðingardagsbarnið fjepparum og fótbóltsáhugaðum í føðingardagsveitslu á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá ið KÍ og Sheriff Tiraspol hittast í play off umfarinum til Evropa League. 

Neyðugt at tekna seg

Tórsvøllur er stórur og rúmligur, men tað er kortini ikki óavmarkað atgongd. Tí mást tú ogna tær atgongumerki til dystin við at tekna teg - men tað kostar einki. Atgongumerkjasølan er støðgað í løtuni, men letur upp aftur nú klokkan 9.

Teir umleið 1.600 KÍ-fjeppararnir, sum longu hava keypt sær atgongumerki, fáa pengarnar endurgoldnar, skrivar felagið.

Fá atgongumerki HER.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder