2020-01-27 23:12
Í alt fjør stroymdi Televarpið dystirnar í Betri deildini hjá monnum uttan heimadystirnar hjá einum felagi. KÍ vera uttan fyri, og sagt var at orsøkin var mistar inntøkur frá áskoðarum.
Men nú geva Føroyameistararnir seg. Norðlýsið skrivar, at tað á aðalfundinum í kvøld kom fram, at KÍ verður partur av stroymingini hjá Televarpinum.
Televarpið stroymdi allar fimm dystirnar í hvørjum umfari, og hevði serliga sjóneyku á einum dysti við fleiri upptøkutólum og endurtøkum av serligum støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald