Fótbóltur

KÍ gjørt sáttmála við enn ein danskan málverja

24-ára gamli Nicolai Vinter Christensen kemur til Klaksvíkar, av tí at Sebastian John er langtíðarskaddur. Nýggi málverjin hevur seinast spælt í triðbestu deildini í heimlandinum.

Magnus Powell og Nicolai Vinter Christensen við Djúpumýru í gjárkvøldið, tá danin vandi við á fyrsta sinni (Mynd: ki.fo)

Magnus Powell og Nicolai Vinter Christensen við Djúpumýru í gjárkvøldið, tá danin vandi við á fyrsta sinni (Mynd: ki.fo)

2026-06-19 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í apríl sleit Sebastian Linnet John hælsinuna undir venjing í Klaksvík. Tá var hann fyrsti málverji hjá KÍ. 

Sìðani hevur Mark F. Jensen, sum var ársins málverji í 2025, vart málið hjá oddaliðnum í Meistaradeildini hjá monnum.

Men ein nýggjur málverji var til venjing við Djúpumýru, tí, sum felagið skrivar: - Fyri liðið er umráðandi við sterkari manning á málverjuplássinum, nú fleiri tættir og týdningamiklir dystir eru fyri framman.

Herímillum eru Champions League-dystir og lyykladystir í meistarastríðnum, og KÍ hevur gjørt sáttmála við Nicolai Vinter Christensen.

Talan er um 24-ára gamlan dana, sum seinast hevur spælt við Skive í triðbestu donsku deildini.

Har var Christensen fyrsti málverji og lat 28 mál inn í 22 dystum hjá einum av botnliðnum júst farna kappingarár í Danmark. Men fyri stuttum fór fyrrverandi B68-márlverjin Benjamin Schubert í Skive-málið, og nú er Nicolai Vinter Christensen endaður í Klaksvík.

Hann var partur av ungdómsdeildini hjá AaB, spældi eitt tíðarskeið í Jammerbugt, áðrenn skiftið frá Skive fyri fýra árum síðani.

Sambært heimasíðuni hjá KÍ er avtalan millum partarnar galdandi fyri restina av kappingarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder