Fótbóltur

KÍ greiddi sína skyldu í Fuglafirði

Í fyrsta dystinum hjá KÍ eftir evropeisku uppgávurnar, legði liðið seg á odda í Betrideildini.

Ein vælleikandi Jóannes Bjartalíð skoraði og legði upp í 1. hálvleiki í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

Ein vælleikandi Jóannes Bjartalíð skoraði og legði upp í 1. hálvleiki í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-05 23:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var toppur ímóti botni í Fløtugerði í kvøld, har klaksvíkingar vitjaði. KÍ skuldi royna at koma undir liðuna á NSÍ og Víkingi, og tað eydnaðist eisini, uttan at sigurin sum so nakrantíð kom í vanda.

KÍ var uttan Deni Pavlovic, ið sat úti sín fyrsta av seks dystum av leikbann, ið verjuleikarin fekk fyri at skallað Ken Fagerberg undan summarstegðinum. Steinbjørn Olsen, ið vanliga spælir á miðvøllinum, avloysti serban, og høgi og tekniskt sterki leikarin avgreiddi uppgávuna væl. Ein av profilunum í Betrideildini, Simen Sandmæl, varð ikki tøkur orsakað av einum ryggskaða. Hjá ÍF hevði Dávid Langgaard leikbann, og Jóhan Petersen var skaddur. Veteranurin Høgni Zachariassen var aftur at síggja á liðnum seinasta korterið. 

Útiliðið legði eitt tungt trýst á ÍF fyrstu løtuna og skapti nakrar støður. Heimaliðið var tó rímiliga vælskipað og stóð lágt og royndi at lukka av. Hartarbeiðandi fuglfirðingar komu eisini til nakrar støður í samband við deyðbóltar. KÍ er tó eitt sera sterkt lið uppá deyðbóltar, og í 20. minutti smekkaði Patrik Johannesen eitt frálíkt hornaspark inn úr vinstru, og Jóannes Bjartalíð møtti sera væl við høvdinum við nærmaru stong, og so var 1-0. Stutt fyri hálvleik var tað Jóannes, ið skeyt væl innfyri úr høgru, og umvegis eitt ÍF-bein fór bólturin í málið.

Í hálvleikunum kom Torbjørn Grytten inn fyri Semir Hadzibulic, ið varð spardur. Norðmaðurin er sera skjótur, og eftir ein tíma sendi Steinbjørn hann væl í dýbdina. Torbjørn var runnin frá verjuni, trekti framvið ÍF-málverjanum og rullaði bóltin í málið til 3-0. Áleyparin noyddist útaftur við skaða í baklærinum stutt eftir hetta. Dysturin var púra lukkaður eftir málið, og heimaliðið hevði sera lítið at koma við í 2. hálvleiki.

KÍ var ógvuliga nógv á bóltinum, og hóast dysturin dovnaði nakað, so spældi KÍ seg til til fleiri málmøguleikar, harímillum tríggar risastórar: Bjartalíð, Páll Klettskarð og Boris Dosljak burdu helst allir skorað, so sigurin kundi væl verið væl størri. Men trý mál og trý stig eru KÍ helst vælnøgdir við, og nú er fokus á stórdystin á Summarfestivalinum ímóti Víkingi. Hjá ÍF snýr tað seg um at fáa neyðugu stigini í dystum ímóti hinum liðunum í niðaru hálvu; á Argjum sunnudagin er allarhelst neyðugt at fáa stig í botnstríðnum.

Betrideildin - 17.umfar
Fuglafjørður, 05.08
ÍF - KÍ 0-3 (0-2)
20' Jóannes Bjartalíð 0-1
44' Sjálvmál 0-2
60' Torbjørn Grytten 0-3

ÍF (4-2-3-1): Petur Meinhard Magnussen - Sverri Ellingsgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard (L), Andy Ó. Olsen - Hans Jákup Lervig, Mijan Svojic (83' Milan Svojic), Karl Løkin, Pól Jákup Lundsbjerg (76' Pól Jákup Lundsbjerg) - Ari Ó. Ellingsgaard  - Holgar Durhuus 

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen (78' Mikkjal á Bergi) - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (45' Torbjørn Grytten  - 71' Jonn Johannesen), Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

HB og B36 spældu málleysan javnleik í Gundadali. Les meira um tann dystin her 

Støðan í Betrildeildini: 
1. KÍ (35 stig) 15 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 17 dystir
4. B36 (35 stig) 15 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder