Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í gjárkvøldið.
Á fundinum varð roknskapurin 2022 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur.
- Roknskapurin vísti eitt hall á 492.000 kr. sum skyldast høga ferðaútreiðslur til altjóða dystir serliga vegna verkfall hjá SAS, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum góðar inntøkur aftur í ár.
KÍ hevði í 2021 eitt hall upp á heilar 5,4 milliónir krónur. Sagt var eisini tá, at inntøkurnar frá FM-heitunum fóru at gera, at hall ikki fór at vera í 2022.
Nevndin heldur fram tó uttan Jákup Eydnugarð sum ikki tók við afturval.
• Tummas Lervig, formaður
• Rúni Heinesen, næstformaður
• Hilmar Danielsen, kassameistari
• Rói Clementsen, samskifti
• Kaj Dam, Betri menn
• Eyðstein Poulsen, akademi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald