Fjórði summarstyrkurin hjá KÍ er veruleiki, og verður Kristoffer Ødemarksbakken tann tíggjundi útlendingurin í hópinum hjá trýfaldu føroyameistarunum, ið hava avrikað undir sítt stig í ár.
Kristoffer Ødemarksbakken spældi 21 dystir í fremstu norsku deildin fyri i í 2023 - uttan at skora. Síðani hevur 28-ára gamli norðmaðurin ikki verið skrásettur hjá nøkrum felagi. Espen Haug, ið nú er settur fast sum høvuðsvenjari hjá KÍ, lýsir fyri ki.fo nýggja spælaran sum ein hartarbeiðandi vong, sum er góður at fáa til evropeisku dystirnar:
- Vit eru sera væl nøgdir við at tað eydnaðist at fáa Kristoffer til KÍ nú avbjóðingarnar í Evropa standa fyri í summar. Samráðingarnar hava hava laga seg upp á stutta tíð og vit fáa ein sera eldhugaðan leikara í truppin. Kristoffer er ein ógvuliga arbeiðsamur vongleikari, sum eg vænti kemur at rigga væl í okkara spælskipan. Hann hevur spælt yvir 200 dystir í norskum toppfótbólti og vit fáa hann higar til Klaksvíkar, nú hann hevur síni bestu fótbótsár fyri framman.
Ødemarksbakken umboðaði í fjør Aalesund. Í 2021 var hann við til at fáa felagið upp í bestu norsku deildini. Nýggjasti KÍ-spælarin hevur eisini spælt fyri Lillestrøm og Ullensaker/Kisa.
Samanlagt er Kristoffer Ødemarksbakken skrásettur fyri 129 dystir og 47 málstig (mál+upplegg) í næstbestu norsku deildini og 94 dystir við 13 málstigum í Eliteseriuni. Hann hevur eisini tíggju málstig í 20 steypadystum í Noreg, og undan evropeisku dystunum fyri KÍ er vongurin skrásettur fyri ein Europa League-dyst.
Spurningurin er so, hvussu stórur styrkur hann verður fyri KÍ, ið spælir móti B36 hóskvøldið og Differdange um eina viku (í Champions League).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald