Fótbóltur

KÍ hevði hall á nærum seks milliónir í fjør - nevndin minkar við trimum persónum

Rúni Heinesen, næstformaður í nógv ár, var millum tey, sum ikki tók við afturvali. Rói Clementsen er nýggjur næstformaður, og Regin Høgnsen er nýggjur nevndarlimur.

Teir seks menninir, sum nú mannað nevndina hjá KÍ. Frá vinstru: Regin Høgnesen, Kaj Dam, Tummas Lervig, Rói Clementsen, Hilmar Danielsen og Jógvan Skorheim (Mynd: Norðlýsið)

Teir seks menninir, sum nú mannað nevndina hjá KÍ. Frá vinstru: Regin Høgnesen, Kaj Dam, Tummas Lervig, Rói Clementsen, Hilmar Danielsen og Jógvan Skorheim (Mynd: Norðlýsið)

2026-02-05 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er tíðin, har nógvir aðalfundir eru hjá fótbóltsfeløgunum, og mikukvøldið hevði KÍ sín aðalfund.

Felagið gjørdist føroyameistari í fremstu deildunum hjá bæði monnum og kvinnum í fjør. 

Fíggjarliga var ikki árið tó ikki so gott: Norðlýsið skrivar, at rokniskapurin vísti sum væntað eitt stórt hall fyri 2025: Eitt hall á 5.8 milliónir krónur.

Hetta hongur millum annað saman við, at menninir ikki spældu í Champions League, sum tey trý undanfarnu árini.

Tølini eru ikki almenn enn, men starvsfólkalønirnrar fyri 2025 hava eisini verið høgar eftir føroyskum mátistokki, tá úrslitið nærum er eitt undirskot á seks milliónir; sjálvt við fitt av evropeiskum pengum. KÍ kom víðari tvær ferðir í Conference League í 2025.

Nýggur næstformaður - úr níggju nevndarlimum til seks

Merkisvert var eisini, at nevndin í KÍ minkaði nógv, so at tað nú sita seks menn.

Níggju fólk hava verið í nevndini seinasta árið, men fýra fólk tóku ikki við afturvali hesaferð.

Sambært Norðlýsinum eru tey Rúni Heinesen, Eyðstein Ó. Poulsen, Olanta Højsted Norðbúð og Sølvá Jansdóttir Joensen.

Rúni Heinesen hevur leingi verið næstformaður í KÍ og eftir drúgva tænastu, takkaði hann fyri seg í gjár. 

[object Object]
Rúni Heinesen, ið eisini er kendur úr øðrum samanhangum, hevur gjørt stórar uppgávur í KÍ, meðan felagið hevur verið í framgongd  - her sæst hann undan evropeiskum dysti í Slovenia (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Rói Clementsen tekur við sum næstformaður. 33-ára gamli klaksvíkingurin hevur seinastu árini verið virkin í KÍ-nevndini.

Ein nýggjur persónur er í nevndini. Talan er um 27-ára gamla Regin Høgnesen, sum í nógv ár hevur virkað sum ungdómsvenjari í felagnum. Sum skilst skal hann eisini hava ábyrgd á hesum økinum.

Tummas Lervig (formaður),  Rói Clementsen (nú peningarøkil), Hilmar Danielsen (peningarøkil), Kaj Dam og Jógvan Skorheim halda allir fram í nevndini.

Dagført: 09.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder