Fótbóltur

KÍ hevur frí í morgin

Klaksvíkingar sleppa at fyrireika seg til stórdystin í Dublin hóskvøldið í frið uttan at skula hugsa um landskappingardystin, sum annars skuldi spælast í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-26 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

AB hevur játtað at landskappingardysturin KÍ-AB, sum skuldi spælast í morgin klokkan 15, verður útsettur.

Á tann hátt fáa klaksvíkingar betri fyrireikað seg til stórdystin í Dublin hóskvøldið, tá KÍ spælir play-off dyst um at koma í bólkaspælið í Europa League.

Dysturin er útsettur til mikudagin 4. november, sum er tríggjar dagar áðrenn seinasta leikumfar í hesum kappingarárinum.

- Kí skyldar AB eina stóra takk fyri vælvild. Eftir umbøn frá okkum var dysturin fluttur, men ta óhepna er at hann er fluttur til eitt tíðspunkt har hann er til stóran ampa fyri teirra dystarætlan, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, við FM1 í dag.

Dystir hetta umfarið eru sostatt
NSÍ - Skála (Sunnudagin kl. 15)
TB - Víkingur (Sunnudagin kl. 15)
ÍF - EB/Streymur (Sunnudagin kl. 16)
B36 - HB (Mánadagin kl. 19)
KÍ-AB (4. november)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder