Klokkan 17 verður bríkslað í gongd á Intility Arena í Oslo, har KÍ og Vålerenga hittast í fyrsta umfari í Champions League 2020/2021.
Vanliga verða tríggir dystir leiktir á einum staði - tað verður skipað sum eitt bólkaspæl - men orsakað av koronastøðuni verður tað gjørt øðrvísi í ár. Talan verður um ein dyst, og KÍ trekti útivølli móti liðnum, sum í fjør endaði nummar tvey í bestu norsku deildini, og sum í núverandi kapping er oddalið.
KÍ-hópurin kom til Noregs mánakvøldið og vandi í gjár á Intility Arena. Seinastu dagarnar hava føroyameistararnir av álvara fyrireika seg uppá sera truplu uppgávuna, ið bíðar í kvøld. Vålerenga hevur fleiri landsliðsleikari og er risafavorittur til dystin.
KÍ luttekur í Champions League orsakað av meistaraheitinum í fjør, og aftur í ár vann liðið hjá Aleksandar Djordjevic FM, og tað var í stórum stíli - uttan at tapa nakran dyst.
Fótbóltur
KÍ hevur risauppgávu fyri framman í Oslo
Føroyameistararnir spæla klokkan 17 Champions League-dyst móti Vålerenga, ið er oddalið í norsku deildini.
Fyri kortum fingu KÍ-kvinnurnar steyp og gullheiðursmerki handaði (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-11-04 09:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald