Fótbóltur

KÍ hevur so at siga allar leikarar tøkar

Teir tríggir útlendsku leikararnir, ið eru komnir til landið seinastu tíðina, eru tó ikki tøkir vegna manglandi loyvi og dystarvenjing, og Ísak Simonsen hevur trupulleikar við tjúkkanum. Hjá sterku KÍ-manningini fer tað allarhelst í stóran mun at snúgva seg um verjupartin í kvøld.

2020-08-26 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

David Skrbec og Lukasz Jarosinski komu til landið fyri áleið einum mánaðum síðani. Slovenski miðvallarin og póllendski málverjarin fáa tó framvegis ikki spælt, tí neyðugu loyvini ikki eru komin heilt uppá pláss. Sum skilst er tó heilt nær við hjá Skrbec, ið hevur sáttmála fyri 2021 eisini. Sáttmálin hjá Jarosinski er galdandi til kappingarenda 2022.

Mánadagin, sama dag sum Kí hevði 116 ára føðingardag og fekk at vita, at liðið er víðari í Champions League, kom Abubakar Ibrahim Aliyu loksins til landið. Hann hevur verið í heimlandinum Nigeria í "koronatíðini", og tað hevur ikki verið møguleiki hjá 25-ára gamla "Abu" at koma úr landinum fyrrenn nú.

Hjá honum eru øll loyvir upp á pláss, men hann er ikki við í Sveis og skal venja einsamallur fyrstu tíðina. Fyrrverandi Ham-Kam leikarin hevur eisini sáttmála fyri 2021. 

Av tí at teir tríggir leikararnir, ið eru nevndir omanfyri, framvegis ikki hava verið í einum dystarhópi, so kann ikki sigast, teir eru ein missur hjá KÍ til hendan dystin.

Sterk manning
Í Sveis eru KÍ-leikararnir til reiðar. Føroyameistararnir kunnu stilla við einari, eftir føroyskum mátistokki, sera sterkari manning. Heini Vatnsdal fekk ein skaða í dysti móti EB/Streymi tíðiliga í mánaðinum, men hann er heilt klárur nú. Ísak Simonsen hevur verið darvaður av skaða síðani tíðliga í juli, og viðoyingurin verður ikki klárur at spæla í kvøld.

Tørvur er eisini á, at allir leikararnir seta alt inn - serliga í verjustøðu - tí Young Boys hevur nógva dygd. Kristian Joensen skal spæla ein líknandi dyst, sum hann gjørdi í Luzern í fjør, har KÍ helt málið reint í 95 minuttir, og fekk víst, at tað ber til at standa ímóti í nógvum hita í Sveis - tó er Young Boys væl sterkari ennn Luzern. Kí fekk eisini hótt upp á deyðbóltar tá, og har er styrkin stór.

So skal verjupaurtirin við millum annað Danielsen, Brinck, Pavlovic, Vatnsdal, Odmar Færø og Jákup Biskopstø Andreasen standa stinnur. U21-landsliðsleikarin Ólavur Niclassen er eisini har, og hevur nógvar royndir frá evropeiskum og altjóða dystum. Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð eru eisini dugnaligir í verjustøðu, og um Páll Klettskarð spælir, so verður hann umráðandi í verjukendum deyðbóltum. Tað er Ole Erik Midtskogen eisini, og norðmaðurin kann spælast uppá og halda upp á bóltin. KÍ hevur eisini eitt spennandi vápn í Jonn Johannesen, ið hevur nógvar ymiskar dygdir. Spurningurin er hvussu, og hvussu nógv 18-ára gamli leikarin, við sjey málum í Betrideildini í ár, verður nýttur. Steinbjørn Olsen og Dávid Langgaard verða báðir á bonkinum frá byrjan í kvøld.

Fyrsta bríksl í Bern verður klokkan 19.15 føroyska tíð. Kringvarpið sendir frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder