
Tað var sum so eingin ivi yvirhøvur áðrenn dystin, og hóast NSÍ eina løtu var á odda 2-1, so kom 24. meistaraheitið hjá KÍ kvinnunum ikki í vanda.
Gestirnir skuldu vinna við sjey málum við Djúpumýrar, fyri at føroyameistaraheiti skuldi endurvinnast
NSÍ vann sítt fyrsta FM í fjør, men KÍ hevur víst størst støðufesti í ár og vinnur meistaraheitið við trimum stigum frammanfyri runavíksvinnur. KÍ-sigurin í Runavík fyrr í august var millum teir avgerandi.
Nú hava klaksvíkskivnnur vunnið FM seks ferðir seinastu sjey árini - og 24 FM samanlagt.
Maria Vinjardsdóttir Johansen fegnast um 2-2 málið...
....og tað gera liðfelagarnir eisini (Myndir: Sverri Egholm)
At vinna tað aftur, eisini eftir silvurið í steypakappingini, er týðandi fyri vinnaramentanina og sjálvskensluna í Klaksvík - og liðið sleppur aftur í Champions League næsta ár.
Tað endaði 2-2 í Klaksvík í. Trý stig og 13 mál skiltu liðini, tá samanum kom. HB vann greitt á Víkingi í dag, og steypavinnararnir eru harvið bronsuvinnarar eisini.
Meira av Djúpumýru - myndir og video - skjótast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald