2018-07-16 22:58

Vilnius, Litava (Portalurin) - Seinnapartin í dag settu bláklæddu klaksvíkingarnir í KÍ kósina móti Kastrup, og hálvan tíma í midnátt, lokala tíð, kom KÍ-hópurin til høvuðsstaðin í Litava, Vilnius, har teir skulu spæla seinna Europa League dystin móti Zalgiris hósdagin.
Tað er ógvuliga lýtt í veðrinum her, og í nátt eru 20 stig. Á middegi í morgin verða upp í 26 stig.
Portalurin er við á ferðini, og næstu dagarnar verður tilfar frá túrinum at síggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald