2025-05-09 10:29

Norrøna verður brúkt sum hotellskip undir EM-endaspælinum í Oslo í januar 2026.
Eftir at Føroyar í gjárkvøldið tryggjaðu sær EM-luttøku, boðar Smyril Line fyrrapartin frá, at Norrøna fer at sigla fólk til Oslo og heim aftur, umframt at virka sum gistingarhús teir dagarnar, endaspælið er.
Tað verður væntandi gott lív umborð í nakrar dagar í januar 2026 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Norrøna tekur eini 1200 ferðafólk.
Ferðaseðlarnir verða settir til sølu 21. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald