Eftir spennandi hálvfinaluna í Hólmanum á Eiði millum NSÍ og B36 (3-2) varð fokus flutt til Løkin í Runavík, sum var karmur um hina hálvfinaluna. Har var ein meira greiður favorittur, og KÍ vann eisini á ÍVB sum væntað varð.
Les eisini: NSÍ spældi seg í sína fyrstu steypafinalu
Sí eisini: Myndir: NSÍ - B36
Heidi Sevdal: Finaluplássið hevur avgjørt nakað at siga fyri okkum
ÍF/Víkingur/B68 hevði beinanvegin eina góða støðu, men Óluva Allansdóttir Joensen vardi væl fyri, og í næsta álopinum legði KÍ seg á odda. Bólturin kom upp í armin á einum verjuleikara hjá ÍVB, tá Rannvá Biskopstø Andreasen royndi at leggja innfyri, og Evy á Lakjuni umsetti brotssparkið til mál. Tá vóru bert tríggir minuttir leiktir. Eftir eitt korter var 2-0. Hesarferð kom sending frá Rannvu úr vinstru innfyri, og har var áleyparin, Hervør Olsen, til reiðar.
Rannvá brýtur ígjøgnum og leggur innfyri...
Nøkur sekund seinni kunnu Rannvá og Hervør fegnast (Myndir: Sverri Egholm)
KÍ var omaná og royndi at økja aftur. ÍVB royndi tó at spæla og skapa, og málið til 2-1 kom, eftir at Hanna Isaksen Højgaard hevði vunnið eitt fríspark til vinstru, og Jensa Tórolvsdóttir sendi bóltin allan vegin í longra málhornið. Harvið skilti eitt mál liðini í stegðinum, men KÍ kom betri út til 2. hálvleik, og toppskjúttin í Betrideildini í ár gjørdist tvífaldur málskjútti við langskoti fimm minuttir inn í 2. hálvleik.
Eftir hetta varð sigurin hjá klaksvíkskvinnum ongantíð hóttur, og tað var í summum førum tætt við 4-1. Eins og fýra ferð áður í ár, vann KÍ á ÍVB, og er til reiðar til sína fyrstu finalu síðani 2016. Har skal KÍ dystast við NSÍ - vinnur liðið hjá Aleksandar Djordjevic á Tórsvølli um eina viku er greipan heima.
Hálvfinalurnar
17.00: KÍ - ÍVB 3-1 (2-0) - Í Runavík
4' Evy á Lakjuni (br.) 1-0
15' Hervør Olsen 2-0
36' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 2-1
51' Evy á Lakjuni 3-1
Myndir: KÍ - ÍVB
NSÍ - B36 3-2 (1-1) - Á Eiði
10' Emma Hansdóttir 0-1
15' Laila Pætursdóttir 1-1
53' Bára Magnussen 1-2
87' Sjálvmál 2-2
90'Laila Pætursdóttir 3-2
Finalan:
Á Tórsvølli leygardagin 21.11
(18.00): NSÍ - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald