Fótbóltur

KÍ ikki somu fyritreytir hetta evropasummarið

Í fjør hevði KÍ vunnið allar landskappingardystir, áðrenn avbjóðingarnar í evropeiska fótbóltinum byrjaðu, men í ár er liðið á triðja plássi í landskappingini og 9 stig aftanfyri Víking.

Espen Haug er maðurin, ið skal leiða KÍ gjøgnum evropeisku avbjóðingarnar í ár. (Mynd: Sverri Egholm)

Espen Haug er maðurin, ið skal leiða KÍ gjøgnum evropeisku avbjóðingarnar í ár. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-10 13:52 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ hevði fult stigatal eftir 16 umfør í fjør, áðrenn evropeisku dystirnir vóru á skrá. Hendan gongdin er langt frá tann sama í ár. Liðið í ár er langt frá eins samanspælt og tykist sjálvsálitið eiheldur vera tað sama í ár, sum í fjør. 

At KÍ í fjør hevði vunnið allar dystir undan ævintýrkenda evropasummarinum, tóktist ikki at ávirka veddingarfyritøkurnar. KÍ basti ungarsku meistarunum, Ferencvaros, hóast liðið ongantíð hevði nakran leiklut sum favorittur. Tað sama kann sigast um eitt nú dystin móti svensku BK Häcken, har KÍ var fleiri ljósár frá einum leikluti sum favorittur undan dystarbyrjan.

Nýggjur skipari á brúnni
Tað var eftir kappingarenda í 2023, at fólkakæri venjarin úr Noregi, Magne Hoseth, varð seldur til danska Lyngby í Superliguni. Hetta gjørdist ikki til nakað ljósareytt ævintýr, tí hann fekk sekkin eftir einans tríggjar dystir við róðrið. Nú er hann aftur í Føroyum, hesaferð í B36.

KÍ setti síðani Haakon Lunov í starv sum venjara undan kappingarbyrjan 2024. Her fekk hann einans tríggjar mánaðir í sessinum, áðrenn samstarvið endaði, vegna ov vánalig úrslit. Hjálparvenjari hansara, Espen Haug, tók nú yvir sum fyribils høvuðsvenjari, við hjálp frá 29 ára gamla Mads Kleiv, ið annars er høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá KÍ. Í farnu viku var so kunngjørt, at Espen Haug hevur skrivað undir sáttmála við KÍ sum høvuðsvenjari.

Sostatt hevur KÍ eisini eina venjararokadu, ið kann broyta fyritreytirnar hjá liðnum nakað.

Skaðar
Hjá KÍ hevur skaðalistan verið sera langur í ár. Lyklaleikarar, sum høvdu stóran leiklut í væleydnaða Evropasummarinum í fjør, hava verið skaddir nærum alt hetta árið. Men nú hómast, at fleiri av teimum skaddu leikarunum eru við at koma fyri seg aftur.

Serliga er tað í verjukenda spælinum hjá KÍ, at munurin merkist. At menn sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari, eru burtur, merkist á spælinum. Fleiri mál verða latin inn, og mynstrið, sum ger av hvussu spælið frameftir vøllinum verður bygd upp, er broytt markant. Hetta er eisini ein avbjóðing, sum KÍ kemur at berjast við. Hetta nevndi Espen Haug sjálvur í gjár, í samrøðu við Portalin. Hendan samrøðan hann hoyrast her.

Tilgongd
Fyri at nevna bara nakrar av nýggjastu tilgongdini hjá KÍ, so er nýggjasti spælari hjá KÍ norski Kristoffer Ødemarksbakken, ið aloftast hevur spælt sum vinstri vongur, men kann røkja flestu fremstu plássini. Norski Joseph Michael Williams (ið fyrr bar navnið George Gibson) er eisini komin til liðið, og hevur spælt nakrar dystir.

Í verjuni hjá KÍ eru komnir afrikanski Céderic Yambéré og svenski Alexander Berntsson. Hetta eru allir leikarar, ið skulu kappast um pláss hjá teimum skaddu leikarunum.

Hyggja vit eftir árinum í fjør, so sá tilgongdin hjá KÍ ikki soleiðis út. Tá var felagið ikki í einari støðu, at tørvurin á spælarum var í bráðfeingis støðu. Hetta er eisini ein fyritreyt, ið broytir støðuna hjá KÍ undan dystinum móti FC Differdange 03 sera nógv. 

--

Dysturin millum KÍ og Differdange byrjar klokkan 19 við Djúpumýru í Klaksvík. Kringvarp Føroya vísir dystin.

Portalurin verður á staðnum og hevur beinleiðis blogg, dystarfrásøgn, myndir og samrøður.

--

Samrøða, sum Agnar Prestá gjørdi við Espen Haug, høvuðsvenjara í gjár:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder