Fótbóltur

KÍ kann fara frá hinum

Triðja umfar í fremstu kvinnudeildini hjá kvinnum verður í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-06 16:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tær kongabláu úr Klaksvík hava heimavøll á norðoyastevnu hetta vikuskiftið, og dystirnir í triðja umfari geva teimum góðar møguleikar fyri at rýma undan hinum liðunum á stigatalvuni.

Triðja umfar í Betrideildini hjá kvinnum er á skránni sunnudagin, og dystirnir eru hesir:

Kl. 12.30 við Djúpumýru: KÍ – NSÍ
Við fullum stigatali higartil mugu føroyameistararnir sigast at vera favorittar á heimavølli móti nýggja liðnum hjá runavíkingum. Undan dystinum hevur NSÍ vunnið greitt á EBS/Skála og spælt javnleik móti HB, og tær koma sostatt ósigraðar til Klaksvíkar á norðoyastevnu, har tær nú skulu royna seg móti oddaliðnum.

Við stabiliteti og tryggleika hevur KÍ vunnið sínar dystir móti HB og ÍVB, sum undan kappingini væntaðust at vera við í oddastríðnum, og megna tær at halda stimanum móti NSÍ, so kunnu hini liðini longu fáa trupulleikar við at fylgja við teimum bláu. Tað krevur tó, at tær fáa tamarhald á Heidi Sevdal, sum við sínum skjótleika og góðum bóltførleika er vandamiklasta vápnið hjá gestunum úr NSÍ.

Kl. 12.30 í Sarpugerði: ÍVB – EBS/Skála
Dysturin sunnudagin hevur stóran týdning fyri heimaliðið, sum enn ikki hevur fingið stig í ár. Ein sigur krevst á heimavølli móti unga liðnum hjá EBS/Skála, um ÍVB skal liva upp til stóru vónirnar undan kappingarárinum, men stigini fáa tær neyvan forerandi.

Heimaliðið er framvegis nakað darvað av skaðum við tað, og serliga stórur saknur man vera í Honnu I. Højgaard í álopinum, meðan EBS/Skála kvinnurnar gerast sterkari og meira royndar fyri hvørt umfar. Manningin, motivatiónin og heimavøllurin fáa tó favorittpílarnar at peika á ÍVB í hesum dystinum.

Kl. 15.00 í Gundadali: HB – B36
Spenningurin er stórur undan dystinum um Havnina, sum bæði liðini óivað fara eftir at vinna. B36 byrjaði kappingarárið við einum braki, tá tær vunnu sannførandi á ÍVB í fyrsta umfari, men í farnu viku komu tær niður aftur á jørðina í einum málleysum javnleiki á Eiði. HB hevur hinvegin sín fyrsta sigur til góðar í ár, og grannauppgerðin í Gundadali er ein upplagdur møguleiki hjá teimum fyri at melda seg inn í oddastríðið.

Tað er tó torført at taka dagar ímillum liðini. Er dagurin hjá B36 góður, kunnu tær kappast og vinna móti øllum í deildini, men enn hava tær ikki prógvað seg at hava tann stabilitetin í sínum spæli. Í HB leguni eru einstaklingarnir sterkir og evnaríkir, men enn tykist liðið leitandi eftir uppskriftini uppá heilt stórar málmøguleikar, ikki minst hesi bæði fyrstu umførini, har áleyparin Rebekka F. Benbakoura sum framvegis situr uttanfyri við skaða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder