Fótbóltur

KÍ kann gerast føroyameistari sunnudagin

Fyri at tað skal vera ein møguleiki, er tað neyðugt, at oddaliðið í minsta lagi fær eitt stig á Eiði í kvøld. Útsetti dysturin byrjar klokkan 18.

EB/Streymur hevur tapt tepurt í báðum dystunum móti KÍ higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur hevur tapt tepurt í báðum dystunum móti KÍ higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-27 13:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur er á skránni í Betrideildini hjá monnum í kvøld. Talan er um ein nógv umrøddan dyst frá 17. umfari, sum FSF flutti fyri KÍ. Hetta var millum dystin í Göteborg, har KÍ spældi seg víðari móti BK Häcken, og fyrra dystin móti Molde í Champions League.

Avgerðin at flyta hendan dystin órógvaði millum annað hvat hendi við oddadystinum millum HB og KÍ og seinnu hálvfinaluna millum B68 og EB/Streym í kappingini um Løgmanssteypið.

Nú skal dysturin so spælast. Hann kemur í tættari dystarskrá hjá báðum liðunum og kann gerast nærum avgerandi.

Hjá EB/Streymi hava Bergur Poulsen og Dánjal Godtfred leikbann eftir gul kort á Svangaskarði sunnudagin. Bogi Reinert-Petersen hevur ikki spælt síðtu dystirnar. Hetta eru spælarar sum hava týdning fyri Sigfríða Clementsen. EB/Streymur kann so at siga tryggja sær plássið í Betrideildini til næsta ár við sigri í kvøld. Í dystinum í Klaksvík millum liðini í august skoraði KÍ ikki fyrrenn í 95. minutti.

[object Object]
Dánjal Godtfred er ein av spælarunum, ið noyðist at sita uttanfyri í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur væl breiðari hóp enn EB/Streym men hevur nøkur ivamál. Jóannes Kalsø Danielsen og Luc Kassi noyddust út í 1. hálvleiki við Stóra sunnudagin. Høgri bakkurin verður tó møguliga til reiðar í kvøld. Hallur Hansson og Heini Vatnsdal spæla ikki í kvøld, sambært ki.fo.

Eftir tunga byrjan í Trongisvági sunnudagin vísti KÍ sín klassa og vann 5-1. Av tí at B36 og HB spældu javnt mánadagin er nú ikki so langt á mál hjá KÍ. Liðið hjá Magna Hoseth kann gerast føroyameistari sunnudagin. Til tess krevst at KÍ fær minst fýra stig móti EB/Streymi og ÍF, og tað at B36 tapir í Sarpugerði. Um KÍ vinnur báðar, og B36 ikki vinnur á Víkingi, so er tað eisini heima. 

Eiler Rasmussen bríkslar í gongd klokkan 18 á Eiði. Dysturin sæst í Televarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Betrideildin - útsettur dystur frá 17. umfari
Mikudagin 27.09 á Eiði
18.00: EB/Streymur - KÍ 

Støðan

1. KÍ 59 stig (22 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 48 stig (23 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (22 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder