Lutakast til 3. umførini í Champions League og Conference League hava verið í dag.
Í báðum var Klaksvíkar Ítróttarfelag í pottinum:
- Um KÍ kemur víðari móti Kauno Zalgiris, sum er á skránni hesa vikuna og næstu vikuna, koma føroyameistararnir víðari til 3. umfar í Champions League
- Um KÍ fer út móti litaviska liðnum, skal KÍ spæla í Europa League
Lutakastið til 3. umfar í Champions League var ikki serliga mjúkt fyri menninir hjá Magnusi Powell: KÍ skal spæla móti meistarunum úr Sveis ella úr Kroatia: Vinnarin í Thun-GNK Dinamo Zagreb bíðar tíðliga í august, um teir kongabláu vinna seg víðari móti Kauno Zalgiris
Champions League-paringin hjá KÍ fyri møguligt 3. umfar hjá liðnum (Skíggjamynd: UEFA)
Um tað ikki eydnast, fellur KÍ niður í Europa League. Har er greitt, at donsku ella pólsku meistararnir bíða: Taparin av AGF-Lech Poznan bíðar taparanum av KÍ-Kauno Zalgiris.
Harvið verður talan, líkamikið hvat, um stóra avbjóðing hjá KÍ á næsta stigið. KÍ byrjar á útivølli líkamikið hvat - í Sumamrfestival-vikuni.
AGF hevði á ymiskan hátt verið tann stuttligasta, men eingin er um, at greipuvinnararnir heldur ætla sær longur í Champions League. Og tað er greitt, at vinnur KÍ samanlagt á Kauno Zalgiris, kemur liðið í eitt bólkaspæl: "Í minsta lagi" í Conference League.
KÍ spælir fyrra dystin ímóti Kauno Zalgiris í morgin, týskvøldið, við Djúpumýru. FM1 sigur frá dystinum, og Portalurin hevur ymiskt tilfar.
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
Seinni dysturin verður spældur ólavsøkudag í Kaunas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald