Fótbóltur

KÍ kann møta øðrum norðurlendskum meistarum í 3. umfari

Breiðablik, FCK, HJK og Molde eru millum møguleikarnar í lutakastinum í dag - eisini í Europa League. Hjá B36 kann tað verða eitt stórt stig upp, hvat mótstøðuliðið viðvíkur í 3. umfari.

KÍ og B36 verða seinni í dag - ávíkavist klokkan 11/12 og klokkan 13 - greið yvir sína lagnu í 3. umfari í evropeiskari kapping (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og B36 verða seinni í dag - ávíkavist klokkan 11/12 og klokkan 13 - greið yvir sína lagnu í 3. umfari í evropeiskari kapping (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-24 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey føroysk feløg eru eftir í evropeiskari kapping. KÍ og B36 vunnu seg víðari í síðstu viku og spæla sínar heimadystir í 3. umfari í vikuni: KÍ móti BK Häcken úr Svøríki mikukvøldið (19.45 - CHL) og B36 hóskvøldið, 27. juli, í Gundadali móti Haverfordwest í Wales ( 19.00 - CL).

Setningarnir eru á tann hátt, at um KÍ vinnur, fara føroyameistararnir - sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð - í 3. umfar í Champions League. Tapir KÍ er Europa League á skránni í aðru og triðju vikuni í august.

Um B36 vinnur, fer liðið víðari til 3. umfar í Conference League, eins og í fjør. Um liðið hjá Dan Brimsvík tapir samanlagt, so er evropeiska summarið av fyri B36.

Nú er greitt, júst hvørjir møguleikar føroysku feløgini hava í 3. umfari. Yvirlitið niðast vísir, at hjá KÍ og B36 kunnu heilt stórir møguleikar verða í væntu. Hjá KÍ bíða tó møguliga uppgávur sum á pappírinum síggja tættar út í Europa League.

Champions League: 
Um KÍ megnar at vinna samanlagt á svensku meistarunum, BK Häcken, bíðar vinnarin av einum av hesum dystinum í 3. umfari: 

Breidablik (ISL) / F.C. Copenhagen (DEN)
FK Žalgiris Vilnius (LTU) / Galatasaray A.Ş. (TUR)
HJK Helsinki (FIN) / Molde FK (NOR) - Molde er gamla felagið hjá norsku KÍ-venjarunum, umframt Vegard Forren

Hesi seks liðini eru styrkismett - Lutakastið byrjar klokkan 11, og kann stroymast beinleiðs á uefa.com 

Europa League: 
Um KÍ tapir samanlagt í 2. umfari í Champions League, bíðar taparin í einum av hesum dystinum í 3. umfari í Europa League:

FK Žalgiris Vilnius (LTU) / Galatasaray A.Ş. (TUR)
Raków Czestochowa (POL) / Qarabağ FK (AZE)
HJK Helsinki (FIN) / Molde FK (NOR)
Breidablik (ISL) / F.C. Copenhagen (DEN)
HŠK Zrinjski (BIH) / ŠK Slovan Bratislava (SVK) 

Lutakastið byrjar klokkan 12, og kann stroymast beinleiðs á uefa.com 

Conference League: 
Um B36 megnar at vinna samanlagt á Haverfordwest County AFC, bíðar vinnarin av einum av hesum dystinum í 3. umfar: 

1 Fenerbahçe SK (TUR) / FC Zimbru Chisinau (MDA) - B36 spældi móti Fenerbache í CHL í 2006
2 Club Brugge (BEL) / AGF Aarhus (DEN)
3 FC Twente (NED) / Hammarby Fotboll (SWE)
4 HNK Rijeka (CRO) / KF Dukagjini (KOS)
5 Crusaders FC (NIR) / Rosenborg BK (NOR)

Hesi liðini eru styrkismett  - Lutakastið byrjar klokkan 13, og kann stroymast beinleiðs á uefa.com

Kelda: uefa.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder