Fótbóltur

KÍ kann vinna FM fimta árið á rað

Um KÍ-kvinnurnar sigra móti EBS/Skála seinnapartin, so verður tað FM nummar 22 í øldini. Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 15.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-19 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri umfør eru framvegis eftir í Betrideildini hjá kvinnum. Eftir dystin í dag hevur KÍ fýra dystir afturat at spæla, men kortini kunnu kvinnurnar í Klaksvík mest sannlíkt fegnast um enn eitt føroyameistaraheiti.

Hetta gerst veruleiki, um KÍ basir EBS/Skála, sum vitjar í Djúpumýru seinnapartin.

KÍ hevur aftur í ár verið greitt besta liðið og suverent. Tær í bláum hava vunnið allar 16 dystirnar. 73 mál skotin og bert fýra mál latin inn siga sína søgu, um eina sterka eind, hart arbeiðið og nógvar frálíkar fótbóltsspælarar.

Í dag skal liðið, við dananum Kristoffer Kvistgaard á odda, royna at gera “arbeiðið liðugt” í fyrstu syftu. Fimta meistarheitið á rað og nummar 22 í øldini (23 samanlagt) kemur í hús, um KÍ fær trý stig seinnapartin.

Fyrsta bríksl seinnapartin verður klokkan 15. Dysturin sæst á Rás 1 hjá Televarpinum.

Betri deildin kvinnur

16. umfar

Fríggjadag 18. august
TB/FCS/Ryn - Víkingur 3-3

Leygardag 19. august
HB - 07 Vestur (kl. 12:15)
NSÍ - B36 (15:00)
KÍ - EBS/Skála (15:00)


Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ 48 stig (16 dystir)
2. NSÍ 32 stig (15 dystir)
3. HB 31 stig (15 dystir)
4. B36 27 stig (15 dystir)
5. Víkingur 17 stig (15 dystir)
6. 07 Vestur 12 stig (15 dystir)
7. EBS/Skála 4 stig (14 dystir)
8. TB/FCS/Royn 2 stig (15 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder