2018-12-23 17:01
Takuya Matsunaga úr Japan skal spæla við KÍ næsta ár. Hesum boðar Norðlýsið frá.
Takuya Matsunaga hevur spælt í Evropa seinastu árini, seinast í Kalev Tallin í bestu deildini í Estlandi. Norðlýsið skrivar at hann skoraði fimm mál og legði upp til fýra í 35 dystum fyri estlendska felagið.
Nýggi leikarin hjá KÍ hevur spælt mitt á miðjuni í heldur verjukendari støðu, men í einstøkum førum hevur hann eisini spælt sum vongur.
Í 2016 og 2017 spældi hann við FK Utenis Utena í bestu deildini í Litava.
Sáttmálin við Takuya Matsunaga er galdandi fyri kappingarárið 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald