Fótbóltur

KÍ knógvaði ÍF eftir tógvið stríð

Innskifti Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið hjá føroyameistarunum á heimavølli móti uppflytarunum. KÍ slapp við skrekkinum móti stríðfúsa ÍF-liðnum, ið fekk mál kolldømt.

Árni Frederiksberg kom inn tá ein tími var spældur, og hann smekkaði bóltin í ÍF-málið eitt korter seinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg kom inn tá ein tími var spældur, og hann smekkaði bóltin í ÍF-málið eitt korter seinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-06 20:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í fjør var tað 0-0 í 83 minuttir, tá KÍ tók ímóti ÍF, sum tá spældi í 1. deild. Heimaliðið vann til endans, og tað gjørdi KÍ eisini í dag. Hesaferð vóru 75 minuttir farnir, áðrenn føroyameistararnir fingu hol á móti stríðsfúsu og vælskipaðu fuglfirðingunum. Tað endaði eisini viða heimasigri, men ÍF hevði eisini bóltin í málinum hjá KÍ.

Tað var liðið hjá Aleksandar Jovevic, sum var nærri við fyrstu løtuna. KÍ-málverjin, Markus Pettersen, náddi at jústa bóltin uppum, eftir at Elvio Gelmini royndi seg av miðjum vøll, eftir at heimaliðið hevði mist bóltin. KÍ vísti heldur nógv ósketni við bóltinum fyrsta hálva tíman ella so men fekk spælið meira at flóta betur so líðani. Liðið hjá Magna Hoseth burdi eisini verið á odda í steðginum: Einaferð bjargaði Elvio á strikuni, og Páll Klettskarð fekk ikki stýrt bóltinum, tá bólturin kom innfyri stutt frammanduna.

Tað var tó als ikki so, at stórfavorittarnir svumu í møguleikum, og spælið var ikki sannførandi. ÍF stóð ógvuliga væl ímóti, og serliga verjuavrikið hjá teimum í reyðum var gott, umframt at serliga Gundur Petersen helt væl fast í bóltinum og vann nøkur fríspørk og hornaspørk.

[object Object]
Liðformaðurin Karl Løkin var ein av sannførandi miðverjunum hjá ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Gonzalo Zarete kundi verið hetjan hjá ÍF til endans - málið varð tó kolldømt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og René Shaki Joensen byrjaðu á bonkinum hjá KÍ. Árni fór út tíðliga í seinna hálvleiki móti B36, men talan gjørdist ikki um álvarsaman vøddaskað, ið ótti var fyri. Shaki hevur verið skaddur seinastu vikurnar, men tá teir komu inn eftir ein tíma broyttist dysturin nakað. KÍ fekk skjótt nakrar vandamiklar støður, og tá eitt korter var eftir, bragdaði.

Mads Boe Mikkelsen var fluttir til plássið sum hangandi áleypari, tá omanfyrinevndu innskiftararnir komu á vøllin. Hesir stóðu fyri málinum: René fekk prikað bóltin til Mads, ið setti ferð á og fann Árna til høgra. 7'arin er mest kendur fyri sítt vinstra bein, men nú lá bólturin til høgra beinið, og 30-ára gamli maðurin úr Saltangará sveiggjaði høgra beinið. Bólturin fór framvið Tóra Traðará og uppundir nettakið - so kundi heimafjøldin loksins fegnast.

KÍ var tó framvegis kroyst, og ÍF hevði eisini bóltin í KÍ-málinum. Hetta var í 88. minutti. Karl Løkin sendi eitt fríspark væl innfyri úr vinstru, og umvegis okkurt og onkran - tað sá út til at vera vinstra beinið hjá innskifta Gonzalo Zarate hjá ÍF - fór bólturin í KÍ-málið. Zarete og hinir í reyðum vóru farnir í gongd at brøla men so sást, at flaggið hjá hjálpardómaranum var uppi. Hann metti, at her var talan um rangstøðu. Tá hugt verður eftir endurtøkunum hjá Telvarpinum, sær tað út til, at hann er innanfyri allar hinar útispælararnar. So er spurningurin, um hann nertir við bóltin - hetta var hjálpardómarin í bestu støðuni til at síggja.

ÍF kom ikki nærri einum máli - ístaðin kundi KÍ økt. Talan er beikst tap hjá uppflytarunum, ið góvu alt og gjørdu so nógv rætt í Klaksvík. KÍ tekur tey trý stigini, og leggur tey afturat teimum 21, ið vóru komin til høldar áðrenn. Næsta vikuskifti er oddabrak á skránni móti HB í Gundadali.

8. umfar í Betrideildini
Í dag, leygardagin 06.05
KÍ - ÍF 1-0 (0-0)
76' Árni Frederiksberg (Mads Boe Mikkelsen) 1-0

Spælarar og annað síggjast her

Í gjár, fríggjadagin 5. mai 


TB - B36 0-4 (0-2)
25' Jann Benjaminsen 0-1
38' Michal Przybylski (Taufee Skandari) 0-2
52' Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson) 0-3
89' Bjarki Nielsen 0-4

Les eisini: B36 gjørdi bart við Stóra

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl (Mads Borchers) 0-3

Sí eisini: 
Samrøðu við gamla høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, nú venjara hjá HB, Jákup Martin Joensen
Video: Niels Pauli iðrar seg um misnýttar møguleikar
Myndir: EB/Streymur - HB

07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2

B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0

Sí eisini: B68, HB og Víkingur sigraðu

Støðan í Betrideildini eftir 8 umfør
1. KÍ 24 stig
2. HB 20 stig 
3. B36 18 stig  
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig 
10. AB 1 stig

*Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder