Fótbóltur

B68, HB og Víkingur sigraðu

Liðið hjá Jákup á Borg vann lyklasigur, og tað sær tyngri út hjá AB nú. Víkingur vendi tí í seinna hálvleiki móti 07 Vestur - HB vísti til tíðir flott spæl í Hólmanum og er nú eitt stig aftanfyri KÍ.

Mathias Præst Nielsen skoraði eitt av málunum hjá HB móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

Mathias Præst Nielsen skoraði eitt av málunum hjá HB móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-05 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 8. umfari í Betrideildini eru av.

HB vísti seg væl fram í fyrra hálvleiki í Hólmanum. Liðið hjá Jákupi Martin Joensen spældi væl - við ferð og við yvirskoti - men teir hjá EB/Streymi kundu iðra seg um, at eitt persónligt mistak eftir fimm minuttir og ein deyðbóltsstøða kostaðu mál.

Heimaliðið kom betri út eftir steðgin og skapti nakrar góðar støður - serliga var ein trífaldur málmøguleiki, har Teitur Gestsson fyrst bjargaði, síðani verjuleikari á strikuni, áðrenn bólturin til endans fór uppum HB-málið. Mikkel Dahl stongdi dystin løtu seinni við sínum seinna máli í dystinum - hetta var eftir gott kontra. HB jagstrar framvegis KÍ.

[object Object]

[object Object]
Jákup Martin Joensen kundi fegnast eftir sigur á gamla heimavøllinum (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Víkingur hevur nú væl og virðiliga staðfest sína støðu á 4. plássinum, men tað helt hart í Sørvági í dag, har teir úr Eysturkommunu ofta hava sítt baks. 07 Vestur legði seg á odda fimm minuttir fyri steðgin, tá Høgni Egilstoft sló til, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ungi bakkurin Signar á Brúnni sítt fyrsta mál í Betrideildini, og tveir minuttir seinni skoraði Arnbjørn Svensson sigursmálið.

B68 vann annan dystin á rað og hevur nú níggju stig. Heimaliðið var greitt omaná fyri steðgin, og Ragnar Samuelsen skoraði í 10. minutti eftir gott upplegg frá Sebastian Lau Nielsen. AB kom nógv betri við eftir steðgin, men tað eru fleiri orsøkir til, at AB er botnlið - millum annað at mál mangla. Liðið hjá Henrik Larsen hevur nú seks stig upp til strikuna og hevur fingið lítið burturúr móti liðunum, ið teir kundu hugsast at kappast ímóti.

Klokkan 18.30 verður bríkslað í gongd við Stóra - KÍ og ÍF spæla í annaðkvøld.

8. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 5. mai 

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl  (Mads Borchers) 0-3

07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2

B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0

18.30: TB - B36

Í morgin, leygardagin 06.05
18.00: KÍ - ÍF


Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 21 stig *
2. HB 20 stig 
3. B36 15 stig * 
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig *
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig *
10. AB 1 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder