B36 gjørdi bart við Stóra

Liðið hjá Dan Brimsvík skoraði fýra mál og hevur trý stig við sær norður um Suðuroyðarfjørð.

Dan Brimsvík kann fegnast um trý stig og gott avrik (Mynd: Sverri Egholm)

Dan Brimsvík kann fegnast um trý stig og gott avrik (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-05 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 8. umfari í Betrideildini eru spældir í dag. Seinnapartin vórðu tríggir dystir avgreiddir - til ber at lesa meira um teir á leinkjuni niðanfyri.

Les: B68, HB og Víkingur sigraði

Klokkan 18.30 varð bríkslað í gongd í Trongisvági, har TB tók ímóti B36. TB hevur gjørt tað trupult fyri øll liðini, sum hava vitjað har í ár og hava millum vunnið sær stig móti HB. 

Í kvøld greiddu grannarnir í Gundadali tó sína skyldu við Stóra. B36 skoraði tvær ferðir seinna helmingin av fyrra hálvleiki - Jann Benjaminsen var aftur við í máli, og Michal Przybylski skoraði triðja dystin á rað - og staðfesti sigurin eftir steðgin. Tað var Benjamin Heinesen, ið økti til 0-3 og innskifti Bjarki Nielsen setti punktum seint í dystinum.

Tað endaði 0-4. Tey trý stigini senda aftur B36 tættari HB og KÍ - oddaliðið kann tó økja við sigri á ÍF í annaðkvøld.  

8. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 5. mai 

TB - B36 0-4 (0-2)
25' Jann Benjaminsen 0-1
38' Michal Przybylski (Taufee Skandari) 0-2
52' Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson) 0-3
89' Bjarki Nielsen 0-4

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl (Mads Borchers) 0-3

Sí eisini: 
Samrøðu við gamla høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, nú venjara hjá HB, Jákup Martin Joensen
Video: Niels Pauli iðrar seg um misnýttar møguleikar
Myndir: EB/Streymur - HB

07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2

B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0

Les eisini: B68, HB og Víkingur sigraðu

Í morgin, leygardagin 06.05
18.00: KÍ - ÍF


Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 21 stig*
2. HB 20 stig 
3. B36 18 stig  
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig*
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig 
10. AB 1 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder