Fótbóltur

KÍ kunnger helst nýggjan norskan venjara áðrenn vikuskiftið

Tað er nógv, sum bendir á hetta, nú Magne Hoseth eftir øllum at døma fer til Lyngby. Nøkur nøvn eru nevnd.

Magne Hoseth, ið skrivaði søgu sum venjari í KÍ, verður skjótt søga í Klaksvík. Um avloysarin verður Eirik Bakke, Christian Michelsen ella ein triði er ikki greitt enn (Mynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth, ið skrivaði søgu sum venjari í KÍ, verður skjótt søga í Klaksvík. Um avloysarin verður Eirik Bakke, Christian Michelsen ella ein triði er ikki greitt enn (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-10 23:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annan veturin á rað noyðist KÍ at skifta høvuðsvenjara. Sambært flestu keldunum hjá okkum - og øðrum miðlum - verður aftur talan um ein norskan venjara, sum í minsta lagi er nær við at vera uppá pláss.

Eirik Bakke er eitt afturvendandi navn. Nú 46-ára gamli Bakke spældi millum annað 157 dystir í Premier League - teir flestu fyri Leeds United. Nøkur ár eftir, at hann gavst, tók hann við hjá Sogndal, ið er í heimbýnum. Har var hann høvuðsvenjari í sjey ár - bæði í Eliteseriuni og í næstbestu deildini.

Eirik Bakke var fyribils venjari hjá Lillestrøm í bestu deildini í seinnu hálvu í 2023, og liðið endað á 6. plássi. Nú er hann sáttmálaleysur, og sambært fleiri keldum, er hann eitt gott boð til starvið í Klaksvík.

Ein annar møguleiki er Christian Michelsen. Hann hevur eisini Pro Licence, er nú sáttmálaleysur og var í níggju og eitt hálvt ár høvuðsvenjari hjá Kristiansund - tey flestu í fremstu deildini. Magne Hoseth var hjálparvenjari hjá honum í fleiri ár, og hetta, og royndirnar hjá venjaranum, er millum grundgevingarnar, hví Michelsen kann taka við.

Her skal staðfestast, at einki er váttað enn, og tað sjálvandi er gjørligt, at KÍ er farið heilt aðrar leiðir. Hetta er tó bygt á ymiskar upplýsingar, ið vit hava fingið frá ymiskum keldum.

Tað verður í øllum førum spennandi at síggja, hvør tekur yvir hjá føroyameistarunum, nú Magne Hoseth er seldur. Heimasíðan bold.dk skrivaði fyrr í kvøld, at alt er komið uppá pláss millum Hoseth og Lyngby og Lyngby og KÍ: Partarnir eru samdir, og skiftið verður sum skilst kunngjørt í morgin, hósdagin. Ætlanin er, at KÍ kunnger nýggja høvuðsvenjaran stutt eftir hetta.

Les eisini: KÍ og Lyngby í samrádingum um Hoseth

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder