2021-07-05 21:21
Lutakast hevur í dag verið um hvussu spælast skal í Champions League
Tað gjørdist greitt, at greipuvinnararnir hjá kvinnum í fjør, KÍ, skulu møta Breiðablik úr Islandi í hálvfinluni í bólki 1 í Champions League.
Leikt verður í eini mini-kapping, har vinnarin síðani skal spæla finalu um at sleppa í 2. umfar. FC Gintra úr Litava verður vertur fyri allar dystirnar í hesum bólki, har fýra lið eru.
Hini liðini eru Flora Tallinn úr Estlandi og FC Gintra úr Litava.
Dystirnir verða 18. og 21. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald