2023-06-30 15:32
Lutakast var í dag um hvøjum KÍ-kvinnurnar skulu møta í fyrsta umfari í Champions League, sum verður leikt í Køge.
KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 4 saman við ZFK Spartak Subotica úr Serbia, HB Køge úr Danmark, og KuPS úr Finnlandi.
Fyrsta umfar er skipað soleiðis, at hálvfinalur eru millum fýra liðini í bólkinum, og vinnandi liðið úr báðum hálvfinalunum skal spæla finalu um at koma víðari til næsta umfar.
Hálvfinalan hjá KÍ er ímóti serbisku meistarunum ZFK Spartak Subotica.
Dystirnir verða leiktir fyrst í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald