Fótbóltur

KÍ - Lech Poznan fyribils útsettur til klokkan 20.45

Leiguflogfarið hjá pólska liðnum ger eina roynd at flúgva úr Bergen um eina løtu. Um tað ikki eydnast at lenda seinnapartin, verður avgerandi Europa League-dysturin ístaðin spældur fríggjakvøldið klokkan 19.

Mynd: flightradar24.com

Mynd: flightradar24.com

2026-08-13 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leikarahópurin hjá Lech Poznań var ávegis til Føroya í morgun, men vegna  veðurlíkindini í Vágum - og umstøðurnar hjá leiguflogfarinum - varð heldur lent í Bergen, eftir at flogið hevði verið í ring vestanfyri Noreg eina løtu.

Sí eisini: Flogfarið við Lech Ponan-hópium farið til Bergen

Hetta er aðru ferð, at ferðin hjá Lech Poznań til Føroya verður órógvað av mjørka. Ætlanin var upprunaliga, at liðið skuldi koma til Føroya mikudagin, men tá varð ferðin avlýst orsakað av veðrinum.

KÍ skal taka ímóti Lech Poznan í seinna dystinum í 3. umfari í Europa League, har víðari luttøku, deildarspæl og milliónir eru uppá spæl.

Nú er greitt, at dysturin ikki byrjar klokkan 18.30, sum ætlanin annars var: Í fyrsta lagi spæla KÍ og Lech Poznan klokkan 20.45 í kvøld, hóskvøldið 13. august.

Hetta staðfestir Klaksvíkar Ítróttarfelag á heimasíðu sínari stutt fyri klokkan 13.

Gera eina roynd afturat í dag

Leiguflogfarið hjá Comlux Malta er framvegis í Bergen. Men eftir ætlan fer tað avstað nú klokkan 13 ella beint eftir tað. Og hetta er seinasti møguleiki at koma til Føroya í dag.

- Fær Lech Poznań heldur ikki lent í Vágum við næstu royndini, verður dysturin ikki spældur í kvøld. Í so fall verður dysturin millum KÍ og Lech Poznań útsettur til í morgin fríggjakvøldið klokkan 19.00, skrivar ki. og staðfestir:

- Tað veldst sostatt um næstu tímarnar og um, hvørt veðrið í Vágum loyvir pólska ferðalagnum at koma til Føroya. 

Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-0 sigri til Lech Poznań, og tí er alt framvegis opið undan returdystinum á Tórsvølli.

Um tað nú ikki ber til at koma til dyst vegna flutta dystartíðspunkt ber til at fáa atgongumerkið endurrindað, kunnar KÍ um.

Dagført 13.33: Enn er flogfarið ikki farið úr Noreg - nú stendur tað at fara klokkan 14.10 føroyska tíð

Til ber at fylgja við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder