Fótbóltur

KÍ legði sjógv millum seg og HB

Páll Klettskarð skoraði sigursmálið í Gundadali, og Geza Turi og liðfelagirnir hildu málið reint. KÍ hevur framvegis fult stigatal. 07 Vestur vann heili 5-0 á Eiði.

Teir í bláum fegnast um málið hjá Pálli Klettskarð, ið gjørdist tað einasta í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Teir í bláum fegnast um málið hjá Pálli Klettskarð, ið gjørdist tað einasta í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-14 17:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórdysturin í Gundadali farna sunnudag millum HB og KÍ endaði við smølum útisigri.

Einasta málið í høvuðsstaðnum kom, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Bólturin kom til Páll Andrasson Klettskarð, og toppskjúttin í Betrideildini takkaði fyri og avgjørdi.

[object Object]
0-1 eftir 70 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kí hevði eisini fleiri møguleikar enn heimaliðið, og 49-ára gamli Geza Turi helt málið reint saman við vælskipaðari verju. HB er nú sjey stig aftanfyri oddaliðið, sum hevur fult stigatal.

Ungarski málmansvenjarin hjá KÍ, Geza Turi, mátti traðka til millum málstengurnar í oddabrakinum eftir at fasti málverjin, Markus O. Pettersen gjørdist sjúkur, samstundis sum Rói M. Hentze er skaddur. Geza Turi hevði ikki spælt dyst í bestu deildini síðan 2018, tá hann var partur av hópinum hjá Víkingi.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Í Hólmanum á Eiði gjørdi útiliðið, 07 Vestur, bart. Tað var 0-1 í steðginum, men eftir steðgin skrædnaði hjá EB/Streymi, og 07 Vestur gangnnýtti væl sínar støður. Harvið hava vágamenn 10 stig eftir ein triðing, meðan EB/Streymur er nærri botninum.

B36 á øðrum plássi

B36 lat ongan iva verða um, at man fór at basa uppflytaranum ÍF á heimavølli.

Hóast stórtap, kunnu tey í Fuglafirði í stóran mun vera væl nøgd við fyrsta triðingin. B36 vísti seg væl fram og vann annað umfari á rað við fýra málum.

Tað var 3-1, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir. Tá fekk Hans Jákup Lervig sítt seinna gula kort, og heimaliðið gagnnýtti yvirtalið við at fáa tvey mál afturat. Fyri B36 var tað millum annað jaligt, at lettiski áleyparin Valerijs Sabala skoraði tvey mál - síni fyrstu fyri felagið - og at Michal Przybylski heldur fram at skora mál.

B36 hevur vunnið á øllum liðunum uttan HB og KÍ í fyrsta triðinginum og er seks stig frá 1. plássinum.

TB fekk eitt stig við suður eftir javnleik 1-1 móti B68 á Toftum. Hetta var aðru ferð í ár, at aldursforsetanum spældi javnt á útivølli, og aðru ferð at TB fekk stig undir Tummas Erlingi Djurhuus sum høvuðsvenjara. Fyrru ferð var á Argjum 30. apríl.

TB hevur fingið stig í beint undir helminginum av sínum dystum í Betrideildini.

Úrslit

HB - KÍ 0-1 (0-0)
71' Páll Andrasson Klettskarð 0-1

EB/Streymur - 07 Vestur 0-5 (0-1)
17' Daniel Obbekjær (Rasmus Knudsen) 0-1
50' Janus Svabo Samuelsen (Jóhann Hansson Joensen) 0-2
61' Jasper Van Der Heyden (Uros Stojanov) 0-3
65' Uros Stojanov (Jóhann Hansson Joensen) 0-4
75' Mathias Voss (Magnus Holm Jacobsen) 0-5

B68 - TB 1-1 (1-1)
13' Jørgen Nielsen (Alex Mellemgaard) 1-0
31' Samudeen Musah (Jens Erik Bruhn) 1-1

B36 - ÍF 5-1 (2-0)
03' Isak Jönsson (Taufee Skandari) 1-0
21' Taufee Skandari (Hannes Agnarsson) 2-0
53' Valerijs Sabala (Bjarki Nielsen) 3-0
62' Jhon Mena Perez (Hans Jákup Lervig) 3-1
72' Michal Przybylski (Bjarki Nielsen) 4-1
82' Valerijs Sabala (Andrass Johansen) 5-1
Reytt kort: Hans Jákup Lervig, ÍF (70')

Mánadagin 15.05
Víkingur - AB 5-0 (4-0)
09' Sølvi Vatnhamar, br. (Olaf Bárðarson) 1-0
34' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 2-0
36' Olaf Bárðarson (Sølvi Vatnhamar) 3-0
45 (+2)' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 4-0
47' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 

Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør

1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 17 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. ÍF 9 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

Skráin hetta vikuskiftið:

Leygardagin 20. mai:
Kl. 15: EB/Streymur - ÍF

Sunnudagin 21. mai:
Kl. 15: 07 Vestur - KÍ
Kl. 15: AB - Víkingur
Kl. 15: HB - TB
Kl. 16: B68 - B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder