Mads Boe Mikkelsen kom úr HB undan hesum kappingarárinum, og hann hevur trivist væl.
- Hann hevur við sínum framúr fótbóltslagið og hegni, víst seg at verið ein fong fyri felagið, og nú kunnu vit staðfesta, at Mads eisini er okkara komandi kappingarár, skrivar KÍ á heimasíðuni.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Hóast hann hevur spælt í Føroyum í góð tvey ár, so hava vit endiliga sæð Mads spælt regluliga, orsaka av skaðum - og síðani hann er komin til KÍ, hevur Mads veruliga víst seg fram - og hevur hann verið kallaður inn til landsliðið av tí sama, sigur KÍ.
(Mynd: Sverri Egholm)
KÍ er í dag komið til Montenegro og næstu dagarnir fara til fyrireiking til Conference League dystin móti Sutjeska mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald