Tað gjørdist til eitt 3-0 tap hjá klaksvíkingum fyri Glimt í Bodø í kvøld.
Spurningurin er nú, um tað er grundarlag fyri spenningi, tá liðini hittast í næstu viku aftur við Djúpumýrar í Klaksvík, ella um norska leiðslan er ov stór.
Bodø vísti seg at vera ov dygg mótstøða. Norðmenninir í gulum troyggjum megnaðu frá fyrsta minutti at seta seg á dystin, soleiðis at tað alla tíðina vóru teir bláu úr Klaksvík, sum runnu aftaná.
Júst øvugt, sum tað plagar at vera, tá klaksvíkingar spæla í heimligu fótbóltskappingini.
Tað var 21 ára gamli nigerianski áleyparin hjá Glimt, Victor Boniface, sum stjól yvirskriftirnar í kvøld. Hann skjeyt øll trý málini á Aspmyra Stadion, har 4.300 áskoðarar høvdu leita sær til fótbóltsspæl hetta vakra norðurnorska summarkvøldið.
Boniface fekk tvey góð mál í fyrra hálvleiki, bæði nokk so tilvildarlig.
Sí umrøðuna at fyrra hálvleiki her
Victor Boniface fullførdi sítt hat-trick 12 minuttir inn í annan hálvleik, tá svenski dómarin dømdi brotsspark til Glimt, tí bólturin var komin í hondina á einum KÍ-ara í málteiginum.
Boniface setti bóltin trygt í netið við hørðum skotið upp undir tvørliggjaran.
Sami Boniface kundi fingið tað fjórða málið stutt eftir, men Rosenørn í KÍ-málinum stórbjargaði langskotinum.
KÍ hevði kanska nakað meira spæl í øðrum hálvleiki, og fingu nøkur hornaspark. Men kontraroyndirnar hjá KÍ gjørdust ongantíð vandamiklar framman fyri Glimt-málinum.
Nú bíðar ein stór avbjóðing fyri framman á Djúpumýru komandi týskvøld. KÍ liðið hevur einans tann dystin at miðsavna seg um.
Glimt liðið, sum hevur úr at gera við at spæla bæði heimligar og altjóða dystir í løtuni, skal fyrst spæla ein dyst móti Sarpsborg. Hann verður longu leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald