KÍ hevði í kvøld møguleikan og var eisini á veg til at leggja seg á odda aftur í Betrideildini. Men tvey mál við stuttum millumbili frá Skála beint áðrenn hálvleik tryggjaði teimum appelsinlittu, við teimum nógvum fyrrverandi KÍ'arunum á liðnum, eitt stig. Hetta vóru tvey mist stig fyri liðið hjá Mikkjali Thomassen, og tvey stig sum kunnu gerast ógvuliga dýr, tá endaliga roknistykki skal gerast upp.
(Simen Sandmæl er ikki komin heilt fyri seg aftur - hann spældi bert smáar tíggju minuttir í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)
Hjá KÍ var Simen Sandmæl við aftur, eftir at norski lyklaleikarin ikki var tøkur orsakað av ryggtrupulleikum í seinastu viku. Simen helt tó bert bara áleið 10 minuttir, so noyddist hann út. Semir Hadzibulic avloysti hann, og Ísak Simonsen, ið hevur stríðst við sjúku í vikuni, spældi bara 2. hálvleik. Deni Pavlovic sat úti triðja dystin við leikbanni. Hjá Skála var veteranurin á miðjuni, Pætur Dam Jacobsen, skaddur, og tað vóru Teitur Reinert Joensen og Edvin Jacobsen eisini.
(Boris Dosljak legði KÍ á odda í 2. minutti - Mynd: Sverri Egholm)
Talan var um ein undirhaldandi dyst, har spenningurin bert tyktist at vera úr honum í einar tjúgu minuttir. Øll fýra málini í dystinum komu í 1. hálvleiki, og øll komu í samband við hornaspørk. KÍ skoraði beinanvegin; eftir hornaspark úr høgru frá Patriki Johannesen beindi Boris Dosljak bóltin í málið. Tjúgu minuttir seinni, var tað Jóannes Bjartalíð, sum akkurat fekk fótin á hann, og so var 2-0. Triðji dysturin á rað við málið frá Jóannesi. Ímillum málini hevði Skála havt nakrar støður; millum annað kom Ari Olsen, sum í dag byrjaði á álopskenda miðvøllinum, til stóran møguleika, men Kristian Joensen bjargaði.
(Haraldur Højgaard fekk Skála inn í dystin aftur - Mynd: Sverri Egholm)
Jóannes Bjartalíð var sera nær við at økja til 3-0 stutt eftir 2-0 málið, men ístaðin kom Skála av álvara inn aftur í dystin beint fyri hálvleik. Fyrst fekk Haraldur Højgaard prikað bóltin í málið, eftir at bólturin kom innaftur í málteigin, eftir at KÍ av fyrstan tíð fekk ruddað eitt hornsapark burtur. 2-1 merkti, at dysturin livdi, áðrenn 2. hálvleik, men Skála gjørdi sína støðu uppaftur betri, tá eitt hornaspark í yvirtíðini endaði umvegis Jesper Brinck í KÍ-málinum.
Hetta var ein køld spann av vatni í høvdið fyri KÍ, ið nýtti allan 2. hálvleik til at royna at koma á odda aftur. Hóast fleiri góðar støður í Skála-brotsteignum, so eydnaðist tað ikki hjá KÍ at fáa triðja málið, ið hevði givið trý stig. Karstin Hansen var tryggur, miðverjan við Fróða Benjaminsen og Petur Paula Mikkelsen avvísti og kom saman við øðrum fyri nógv, og KÍ manglaði kynismuna eftir steðgin. Skála hótti eisini hinvegin, og Ronni-Møller Iversen hevði nakrar naskar skotroyndir, eins og Jákup Johansen var vandamikil. Seinastu tíggju minuttirnar snúði tað seg tó bert um yvirling hjá Skála, og tað eydnaðist eftir eitt gott avrik.
Klaksvíkingar hava annars vunnið tvær ferðir á Skála fyrr í ár, har liðið oftast hevur tað trupult. KÍ er tó framvegis sera væl við í FM-stríðnum. Mikudagin er oddabrak í Klaksvík, tá B36 kemur á vitjan. B36 vann fyrr í dag tryggan 3-1 sigur á TB í Gundadali.
Betrideildin 19. umfar
Við Djúpumýrar, 17.08,
KÍ - Skála 2-2 (2-2)
2' Boris Dosljak 1-0
22' Jóannes Bjartalíð 2-0
43' Haraldur Reinert Højgaard 2-1
45' Sjálvmál
KÍ (4-2-3-1): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Steinbjørn Olsen (79' Jonn Johannessen), Jesper Brinck, Ólavur Niclassen (46' Ísak Simonsen) - Simen Sandmæl (10' Semir Hadzibulic), Jákup B. Andreasen (L) - Boris Dosljak, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen - Páll A. Klettskarð
Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen - Jákup Jacobsen (46' Erland Berg Danielsen ), Fróði Benjaminsen, Petur Pauli Mikkelsen, Niels Pauli Danielsen (69' Djóni Jansson Petersen) - Haraldur Reinert Højgaard, Janus Svabo Samuelsen (87' Aksel Bjartalíð Danielsen) - Ronni Møller-Iversen, Ari Olsen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen
Dómari: Dagfinn Forná
Gundadalur, 17.08,
B36 - TB 3-1 (2-1)
3' Stefan Radosaljevic 1-0
33' Lukasz Cieslewicz 2-0
41' Ragnar Tausen 2-1
71' Alex Mellemgaard (br.) 3-1
Støðan:
1. B36 (41 stig) 18 dystir
2. KÍ (39 stig) 17 dystir
3. NSÍ (39 stig) 17 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 18 dystir
Í morgin - allir byrja klokkan 15 :
AB - NSÍ
Víkingur - EB/Streymur
HB - ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald