Fótbóltur

KÍ móti FC Midtjylland er nú ein møguleiki

Lutakast hevur júst verið til næsta umfar í Uefa Europa League.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-05 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um so er, at KÍ vinnur seg víðari til næsta umfar í Europa League við at vinna samanlagt móti Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, so skal KÍ spæla móti taparanum av Champions League-uppgerðini millum FC Midtjylland úr Danmark og Ferencváros úr Ungarn.

Tað varð avgjørt fyri løtu síðani, tá lutakast var til play off-umfarið í Evropa League.

Um so er, at KÍ ikki vinnur seg víðari eftir tveir dystir móti Banja Luka, so skulu teir spæla play off-dystir í Conference League. Tað lutakastið byrjar klokkan 13 okkara tíð.

KÍ skal hóskvøldið kl. 18 spæla fyrra dystin móti Borac Banja Luka. Dysturin verður spældur á Tórsvølli í Havn.

(tekstur rættaður kl. 13.03 - tað er ikki vinnaranum, men taparanum millum FCM og Ferencvaros, sum KÍ møguliga skal spæla ímóti)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder