Fótbóltur

KÍ nærri FM - botnstríðið uppaftur tættari

TB legði seg á odda beinanvegin móti oddaliðnum, men Kí vann at enda stórt. Víkingur er nú á 3. plássinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-24 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í Betrideildini vóru á skránni seinnapartin. Tann fyrsti var í Fuglafirði, har ÍF van 3-1 í botnbrakinum

Les meira um hendan dystin her

Tríggir dystir byrjaðu klokkan 15. Í Trongisvági loypti TB kvøkk á KÍ, tá Rógvi Joensen longu eftir tveir minuttir skoraði. KÍ byrjaði annars við sterkum liði, men tvey samdøgur eftir heimkomuna úr Slovakia, vísti tað seg aftur at verða tungt at koppa eitt av lægru liðunum.

Magne Hoseth varð eisini noyddur at skifta út tvær ferðir í fyrra hálvleiki vegna skaða, men KÍ svaraði aftur. Vegard Forrenn javnaði, og eftir stegðin settu teir í bláum tað uppá pláss við góðum spæli og fýra málum frá fýra ymiskum málskjúttum.

Umráðandi sigur hjá KÍ og greitt tann størsti eftir summarsteðgin. Oddaliðið hevur sjey stig niður til B36, nú bæði liðini hava fimm dystir eftir. B36 spælir grannauppgerð móti HB í morgin. TB er í trupulleikum. Bert eitt stig komið í hús eftir steðgin og ÍF er nú bert eitt stig aftanfyri.

Víkingur vann seg upp á triðja pláss - B68 og EB/Streymur sluppu ikki avstað
10. juni tapti Víkingur í Sørvági, og so var stríðið um 4. plássi víðopið. 07 Vestur hevur havt eitt gott kappingarár og bjóðaði Víkingi av.

Í dag vann liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen sín níggjunda sigur á rað. Eftir summarsteðgin hevur tað gingið sum smurt hjá teimum í Eysturkommunu. Í dag javnaði Jasper van der Heyden fyri 07 Vestur tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, men mál frá Martini Klein Joensen og tað seinna hjá Sølva Vatnhamar tryggjaði heimaliðnum trý stig í Sarpugerði. 

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið er Víkingur nú frammanfyri HB, ið liðið basti á útivølli týskvøldið. HB skal royna at vinna 3. plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til Evropa, aftur í morgin móti B36. 07 Vestur er í ongamannalandi í Betrideildini, men skal hugsavna seg um at vinna á HB 4. oktober í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.

B68 og EB/Streymur eru í hinari hálvfinaluni. Har liggur tað til B68, sum framvegis er eitt stig aftanfyri EB/Streym í landskappingini. Hetta er greitt, eftir at liðini spældi 2-2 á Svangaskarði í dag.

Heimaliðið kom á odda tíðliga. EB/Streymur vendi tí so tvær ferðir í lívliga fyrra hálvleikinum. Útjavnandi málið kom við brotssparki frá Alex Mellemgaard í 78. minutti. Niðurflytingarstrikan er nakað vekk hjá báðum, men tað er ikki endaliga sloppið.

Víkingur - 07 Vestur 3-1 (1-0)
20' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 1-0
55' Jasper Van Der Heyden (Janus Svabo Samuelsen) 1-1
73' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 2-1
90+1' Sølvi Vatnhamar 3-1

B68 - EB/Streymur 2-2 (1-2)
10' Aleksandur Jensen (Aron Reinert Hansen) 1-0
27' Gutti Dahl-Olsen (Virgar Jónsson) 1-1
36' Bergur Poulsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-2
78' Alex Mellemgaard 2-2

TB - KÍ 1-5 (1-1)
3' Rógvi Joensen 1-0
15' Vegard Forren 1-1
51' Mads Boe Mikkelsen (Patrick Da Silva) 1-2
67' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-3
80' Árni Frederiksberg (Brotsspark) 1-4
84' Jákup Biskopstø Andreasen (Mads Boe Mikkelsen) 1-5

ÍF - AB 3-1 (2-0)
32' Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni) 1-0
38' Gundur Ellingsgaard Petersen (Karl Løkin) 2-0
57' Brian Jakobsen (brotsspark) 2-1
89' Gundur Ellingsgaard Petersen (Hans Jákup Lervig) 3-1

B36 - HB (Mánakvøldið kl. 18)


Støðan

1. KÍ 59 stig (22 dystir)
2. B36 52 stig (22 dystir)
3. Víkingur 48 stig (23 dystir)
4. HB 47 stig (22 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (22 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder