Fótbóltur

KÍ nýtt oddalið í kvinnudeildini

Við 3-1 sigri í toppdystinum ímóti EBS/Skála hava klaksvíkskvinnur lagt seg á odda í deildini.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2022-04-18 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fult umfar var í dag leikt í bestu kvinnudeildini.

Toppdystur var við Djúpumýrar. KÍ tók ímoti EBS/Skála, og liðini høvdu bæði níggju stig og fulla úrtøku undan fjórða umfari. Men tað var KÍ, sum var sterkari í dag, og fekk bóltin í málið hjá EBS/Skála tríggjar ferðir, meðan gestirnir bara skoraðu eitt mál.

Meistararnir eru í góðum stima, og halda fram har tær sleptu í fjør. KÍ hevur nú 12 stig eftir fýra dystir.

Uppflytararnir frá í fjør, 07 Vestur, ætlar sær eyðsæð longur upp eftir stigatalvuni í ár, og tað hevur gingið væl higartil. Vágakvinnur vunnu í dag 1-0 móti Víkingi, og fara avstað við annað plássinum.

B36 sum fekk eina vánaliga byrjan, hevur nú vunnið tveir dystir á rað. Í dag vunnu tær hvítu úr Gundadali 2-0 ímóti NSÍ.

Í Gundadali tóku grannarnir í HB ímóti nýggja liðnum í deildini, TB/FCS/Royn. Suðuroyingar hava enn ikki fingið nakað stig, og stigini komu heldur ikki í dag. Í sannari málveitslu vann HB 11-0 móti TB/FCS/Royn.

B36 - NSÍ 2-0 (2-0)
8’ Olga Kristina Hansen 1-0
90’ Livyan Kétille Borges Silva 2-0

KÍ - EBS/Skála 3-1 (2-0)
15’ Sjálvmál 1-0
41’ Hervør Olsen 2-0
73’ Lea Lisberg 2-1
87’ Maria Biskopstø 3-1

07 Vestur - Víkingur 1-0 (0-0)
48’ Eyðrið Rúnadóttir 1-0

HB - TB/FCS/Royn 11-0 (3-0)
15’ Lea Tórarenni Johannesen 1-0
30’ Sarita Maria Mittfoss 2-0
35’ Lea Tórarenni Johannesen 3-0
49’ Lea Tórarenni Hohannesen 4-0
63’ Rebekka Katrine Klein Olsen 5-0
69’ Sarita Maria Mittfoss 6-0
71’ Ása Stórá Carlsen 7-0
74’ Rebekka Fjalsá Benbakoura 8-0
75’ Sarita Maria Mittfoss 9-0
87’ Rebekka Katrine Klein Olsen 10-0
89’ Sarita Maria Mittfoss 11-0

Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ (12 stig)
2. 07 Vestur (9 stig)
3. EBS/Skála (9 stig)
4. HB (6 stig)
5. B36 (6 stig)
6. Víkingur (3 stig)

5. umfar

07 Vestur - HB (Leygardagin 23. apríl)
NSÍ - KÍ (Sunnudagin 24. apríl)
EBS/Skála - Víkingur (Sunnudagin 24. apríl)
TB/FCS/Royn - B36 (Sunnudagin 24. apríl)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder