Fótbóltur

KÍ og HB hittast í áttandapartsfinaluni

Steypavinnarin skal byrja sína verju av Løgmanssteypinum við dysti í Klaksvík móti føroyameistaranum - sí yvirlit yvir fyrstu umførini her.

Odmar Færø og René Shaki Joensen og lið teirra skulu dystast um pláss í fjórðingsfinaluni um stórar tríggjar vikur (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø og René Shaki Joensen og lið teirra skulu dystast um pláss í fjórðingsfinaluni um stórar tríggjar vikur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-15 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til fyrstu umførini í kappingini um Løgmanssteypið hevur jústi verið í 3-2 sendingini í Kringvarpinum.

Undanumfarið, ið verður spælt leygardagin 27. juni, sær soleiðis út:
MB - Undrið FF
FC Suðuroy - Royn

Síðani skuldi greiða fáast á, hvussu spælt verður mikudagin 8. juli, tá lið úr Betrideildini og 1. deild koma uppí.

1. umfar/áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
B68 - Víkingur
TB - ÍF
07 Vestur - FC Suðuroy/Royn
B71 - B36
Skála - FC Hoyvík
AB - MB/Undrið
EB/Streymur - NSÍ
KÍ - HB

Harvið er greitt, at heilt stóri dysturin verður í Klaksvík, har steypavinnararnir vitja.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. november, hálvfinalurnar 28. november, meðan finalan um Løgmanssteypið í ár verður spæld leygardagin 5. desember.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder