Fótbóltur

KÍ og HB spæla á heimavølli týsdagin

KÍ hevur góðan møguleika at koma víðari - hjá HB er hetta ikki sannlíkt.

HB og KÍ skulu aftur í evropeiskan dyst - Mynd: Sverri Egholm

HB og KÍ skulu aftur í evropeiskan dyst - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-14 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FK Riterai úr Litava vitjar Svangaskarð, og HJK Helsinki úr Finnlandi skal spæla í Gundadali - týskvøldið er Europa League á skránni í Eysturoynni og Champions League í høvuðsstaðnum. Riterai skal skora ímóti KÍ fyri at hava møguleika at spæla seg víðari, meðan HJK skal gera arbeiði liðugt ímóti føroyameistarunum.

KÍ fekk ein 1-1 javnleik í litaviska høvuðsstaðnum hóskvøldið eftir eitt vælútført avrik av liðnum hjá Mikkjali Thomassen. Útjavnandi málið hjá liðformanninum Jákup B. Andreasen kann vísa seg at verða sera týdningarmikið fyri klaksvíkingar. Tað hevur við sær, at KÍ kann koma víðari við einum 0-0 úrsliti týskvøldið. 

[object Object]
(Teir í bláum og hvítum skoraðu heili fimm ferðir í seinasta evropeiska heimadystinum - Mynd: EPA)

KÍ var í júst somu støðu í hálvfinaluni í steypakappingini í mai. Tá skoraði HB til 1-0 í 89. minutti í seinnu hálvfinaluni við Djúpumýru, og harvið kom HB í stepafinaluni við 2-1 sigri samanlagt. KÍ hevur tó dygdirnar at lukka fyri einum liðið - hetta eydnaðist í stóran mun í Vilinus - og eisini at skora málini. Riterai vísti ávísa styrki, men útfrá fyrra dystinum og útgangsstøðinum, er víðari luttøka væl møgulig hjá KÍ. 

HB var í yvirtal í ein tíma í finska høvuðsstaðnum, men hóast yvirvág í mun til at hava bóltin so eydnaðist tað ikki at skora. Liðið hjá Heimir Guðjónsson tapti yvirtalsstøðuna 2-0 og hevði ilt við at skapa opnar málmøguleikar ímóti einum vælskipaðum og klókum heimaliðið. Við 3-0 tapinum er fyritreytirnar hjá HB ógvuliga truplar, og tað snýr seg helst um at reisa seg, fáa sjálvsálit og royna at skaffa føroyskum fótbólti virðismikið stig. Líkamikið hvat úrslitið verður, so er evropeiska summari' ikki av hjá føroyameistarunum: Um liðið fer út av Champions League er uppgáva í Europa League fyri framman - allarhelst ímóti Linfield. 

Europa League 1.umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 18.00 á Svangaskarði
KÍ (1) - FK Riterai (1)

Champions League 1.umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 19.00 í Gundadali
HB (0) - HJK Helsinki (3)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder