Fótbóltur

KÍ og Lyngby í samráðingum um Hoseth

Norski venjarin er, sambært fleiri miðlum, samdur við Superliga-felagið um ein sáttmála. Tað krevst tó, at Lyngby keypir hann leysan úr KÍ.

Magne Hoseth er eitt heitt navn, vegna hansara avrik í sínum fyrsta høvuðsvenjarastarvi. KÍ er, sum skilst, væl ávegis at finna møguliga avloysaran (Mynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth er eitt heitt navn, vegna hansara avrik í sínum fyrsta høvuðsvenjarastarvi. KÍ er, sum skilst, væl ávegis at finna møguliga avloysaran (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-10 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember og tíðliga í ár varð hann settur í samband við norska Start, men Magne Hoseth og umboðsmaður hansara hava meira ella minni skotið søguna søguna niður.

Sí eisini: Hoseth: - Hugsavni meg bert um KÍ

Nú bendir nógv á, at framtíðin hjá Hoseth ikki liggur í Føroyum - ella í næstbestu norsku deildini. Í síðstu viku varð hann settur í samband við Superliga-felag, og nú sigst ein avtala verða komin uppá pláss millum Lyngby og venjaran. Í øllum førum stendur núverandi KÍ-venjaranum í boði at taka við spennandi starvinum.

Hetta skrivaði Norðlýsið fyrrapartin. Danskir miðlar, sum bold.dk, hava eisini søguna. Í báðum førum gongur hon uppá, at nú snýr tað seg um samráðingar millum feløgini.

43-ára gamli norski venjarin hevur fingið bjóða starvið eftir samrøðuna í Lyngby týsdagin. Magne Hoseth hevur tó sáttmála við KÍ fyri alt hetta árið, og tískil skal ein keypsavtala gerast, um hann kann verða leysur av starvinum í Klaksvík og fara til Lyngby.

[object Object]
Magne Hoseth til móttøku í Klaksvík eftir Champions League-sigurin móti Häcken. Hann sendi KÍ í eitt bólkaspæl (Mynd: Jens Kr. Vang)

Um viljin hjá venjaranum hesum viðvíkjandi er stórur, so er ógvuliga lítið sannlíkt, at hann heldur fram í KÍ. Magne Hoseth vann føroyameistaraheiti og leiddi KÍ til Conference League-bólkaspæli í fjør. Tað seinna var søguligt avrik fyri føroyskt felag, og nú er møguliga tíðin at taka næsta stigið á venjaraleiðini.

Um samráðingarnar koma á mál, skal KÍ annan veturin á rað finna nýggjan høvuðsvenjara. Hesaferð fer viðkomandi at koma nógv seinni uppá pláss enn Hoseth gjørdi (november 2022) - kappingarbyrjan er um tveir mánaðar. Sambært keldum hjá Portalinum hevur KÍ hugt eftir avloysara, og er hesin helst nær við at vera uppá pláss, um so Magne Hoseth fer. Talan skal vera um norskan venjara við fitt av royndum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder