Champions League-luttøkan hjá KÍ fyllur nógv í hesum døgum. Ikki bert í felagnum og í Klaksvík, men í Føroyum og sanniliga eisini uttanfyri landoddarnar. Í KÍ-hópinum hava teir síðani sigurin á Molde á Tórsvølli týskvøldið tó roynt at bert hugsavna seg um eitt ting: Útidystin móti Víkingi, sum verður í kvøld.
KÍ hevur ikki tapt í Sarpugerði í næstan tíggju ár, men hetta verður ein torfør uppgáva hjá føroyameistarunum við fullum stigatali. Helst fara vit at síggja Magna Hoseth gera nógvar broytingar í byrjanaruppstillingini, umframt nýta allar fimm útskiftingarnar undir dystinum. KÍ spælir seinna dystin í triðja umfari í Champions League í Noreg týskvøldið. Í løtuni er leiðslan í Betrideildini tíggju stig.
Eftir strævan dyst....
...og glæsiligar løtur á Tórsvølli skulu Árni Frederiksberg og hinir til Noðragøtu í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)
Víkingur er í stríði um 4. plássið við 07 Vestur. Víkingarnir taptu í Sørvági 10. juni men hava síðani vunnið tríggjar dystir á rað og hava í kvøld møguleikarnar at økja leðisluna niður 07 Vestur, sum í løtuni er fýra stig.
Til tað krevst, at Víkingur gerst fyrsta liðið í ár til taka stig frá KÍ. Áðrenn dystin móti Molde var seinasta vitjanin hjá KÍ á Tórsvølli - har nakað veruliga stóð uppá spæl - til steypafinaluna í oktober, har Víkingur var stinnari og vann steypið.
Lagt er upp til spenanndi dyst í Sarpugerði, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Hjá Víkingi er Sølvi Vatnhamar aftur eftir leikbann, og kann hetta gerast ein lykil. KÍ manglar leikbannaða Deni Pavlovic. KÍ vann 2-0, tá liðini spældu í Klaksvík í 5. umfari.
Betrideildin 18. umfar
Fríggjakvøldið 11.08
19.00: Víkingur - KÍ
Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. HB 38 stig
3. B36 37 stig
4. Víkingur 30 stig
5. 07 Vestur 26 stig
6. TB 15 stig
7. B68 14 stig
8. EB/Streymur 13 stig *
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
* Ein dyst færri
Televarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Fótbóltur
KÍ og Víkingur bresta saman í kvøld
Millum Molde-dystirnar í Champions League hevur KÍ torføran útidyst í Betrideildini. Víkingur skal royna at betra um sína støðu, í mun til evropeiskt pláss.
Spurningurin er, hvussu nógvar broytingar vera á KÍ-liðnum, og um Víkingur verður fyrsta liðið at taka stig frá føroyameistarunum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-11 12:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald