
KÍ og Víkingur hittust í sera ringum líkindum við Djúpumýru í kvøld. Hjá báðum liðum var sera nógv uppá spæl; klaksvíkingar og teir úr Eysturkommunu kundi ikki brúka javnleik til nógv.
Tað var nógvur vindur av suðurætt og, beint sum Dagfinn Forná floytaði í gongd fór tað at oysregna. Leikararnir løgdu tó ikki í, og leveraðu ein undirhaldandi og inntensan fyrra hálvleik við hørðum nærdystum, fleiri málmøguleikum og málum.
Víkingur legði seg á odda longu eftir tíggju minuttir. Eftir eitt horna kom bólturin innfyri aftur, bólturin datt niður til Hanus Jacobsen, ið var knappur, og smekkaði bóltin í málið. KÍ svaraði tó skjótt aftur. Heimaliðið fekk fríspark við baklinjuna í vinstru, stutt uttanfyri brotsteigin. Boris Dosljak vann frísparkið, smekkaði bóltin inn í málteigin, har Predrag Pocuca fekk prikað bóltin í málið.
Bæði liðini høvdu møguleikar at leggja seg á odda; millum annað hevði Steinbjørn Olsen ein naskan stútara, og Adeshina Lawal hevði tveir stórar møguleikar, har Kristian Joensen í einum einum føri stórbjargaði.
Í 2.hálveiki vóru ikki eins nógvir møguleikar. Bæði liðini søktu tó at; Kí hevði yvirvágina í byrjanini, meðan Víkingur kom eitt sindur betri inn í dystin so líðandi. Veðrið gjørdi, at tað var sera trupult at spæla flótandi spæl, og tað sást, at tað vóru tvey lið ið vóru so desperat eftir trimum stigum.
KÍ legði meira trýst móti endanum, har Jóannes Bjartalíð kom til ein góðan møguleika, men tað var Víkingur, ið var tættast uppá at at avgera dystin uppá eina umstilling. Sølvi Vatnhamar kom inn í brotssteigin, men Ronni Møller-Iversen sprintaði aftur og fekk kastað seg fyri í skotsstøðuni.
Tað endaði 1-1, og tað kann hvørgan av liðunum kundi fegnast eftir seinasta bríksl. Um HB vinnur í morgin eru 10 stig niður til KÍ, og um NSÍ vinna á B36 yvirhála runavíkingar KÍ og leggja meira sjógv millum seg og Víking.
KÍ - Víkingur 1-1(1-1)
0-1 10.min Hanus Jacobsen
1-1 16.min Predrag Pocuca
1. HB (52 stig)
2. KÍ (45 stig) *
3. NSÍ (42 stig)
4. Víkingur (36 stig) *
5. B36 (34 stig)**
6. EB/Streymur (19 stig)
7. Skála (19 stig)
8. TB/FCS/Royn (18 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)**
10. AB (9 stig)
*Ein dyst fleiri
** Ein dyst fleiri
Hesir dystirnir verða leiktir í morgin:
15.00: TB/FCS/Royn - EB/Streymur
HB - AB
NSÍ - B36
16.00: Skála - 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald