Oddastríðið í Betrideildini er hart. Undan landsliðssteðginum, eftir 12 umfør, vóru bert trý stig, ið skiltu nummar eitt og nummar fýra. KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur hava øll fingið nógv stig higartil í ár. Av hesum liðunum hevur KÍ verið tað mest støðuga, men oddaliðið hevði eisini á pappírinum tann truplasta dystin av hesum fýra liðunum hetta umfarið.
(Víkingur er eitt av liðnum, ið andar KÍ í nakkan - Mynd: Jens Kr. Vang)
KÍ og Skála settu gongd á 13. umfar í Betrideildini Undir Mýruhjalla í kvøld. Klaksvíkingar vunnu 1-0 har í 9. umfari og endurtóku í kvøld. Bæði málini í kvøld komu fyri stegðin, og í báðum førunum vóru tað leikarar, ið júst hava verið á landsliðnum, ið slóu til fyri KÍ.
Patrik Johannesen skoraði tíðliga í dystinum; hetta var triðja málið hjá Patriki seinastu trý umførini, og áleyparin hevur skorað fimm ferðir hesar dystirnar. Stutt fyri hálvleik økti Jóannes Bjartalíð, og hetta var 9. málið hjá klaksvíkinginum í ár.
(Jóannes Bjartalíð og KÍ hava havt nógv at fegnast um í ár - Mynd: Sverri Egholm)
2-0 málið punkteraði Skála, ið annars var væl við fram til hetta. Eftir stegðin royndi heimaliðið at trýsta, men KÍ-liðið er vælskipað og helt málið reint áttanda dystin í Betrideildini í ár. Skála tapti sætta dystin á rað - allir hava verið ímóti topp-fýra liðunum.
Í Klaksvík gerst tað heitari. KÍ hevði eins nógv stig eftir 13 umfør í 1999, tá seinasta meistaraheitið kom í hús. Liðið tykist at hanga væl saman og fær nú markantan styrk í Semir Hadzibulic. Magnus Stramnestrø kann eisini verða ein leikari, ið veruliga ger mun, og Páll A. Klettskarð vendir møguliga aftur til KÍ. Avbjóðararnir eru tó fleiri og vísa allir styrki. Í morgin og sunnudagin skulu liðini beint aftanfyri KÍ í eldin og eru favorittar at vinna hesar dystirnar.
13. umfar í Betrideildini - 14.06 Undir Mýruhjalla
Skála - KÍ 0-2 (0-2)
9' Patrik Johannesen 0-1
38' Jóannes Bjartalíð 0-2
Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen (73' Janus Svabo Samuelsen), Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur Reinert Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Ólavur Mikkelsen (73' Haraldur R. Højgaard) – Jákup Johansen (77' Poul Kallsberg)
Venjari: Eyðun Klakstein
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen – Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl (79' Darius Lewis), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (83' Jonn Johannesen) – Torbjørn Grytten (66' Steinbjørn Olsen), Patrik Johannesen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (32 stig) *
2. NSÍ (28 stig)
3. B36 (27 stig)
4. Víkingur (26 stig)
5. HB (21 stig)
6. Skála (15 stig) *
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald